Fíggjarmálaráðið hevur sett Jan Mortensen sum nýggjan lønarstjóra.
Jan hevur ein breiðan leiðsluførleika. Hann hevur staðið á odda í at fremja stórar broytingar og hevur gott innlit í føroyska arbeiðsmarknaðin, arbeiðsrættarlig viðurskifti, samráðingar og samstarv við fakfeløg.
Seinastu 9 árini hevur Jan verið í leiðsluni á Føroya Tele sum privatkundastjóri. Áðrenn tað stóð hann í 10 ár á odda fyri samráðingunum á privata arbeiðsmarknaðinum sum stjóri í Vinnuhúsinum. Jan hevur eisini verið stjóri á Ferðaráðnum í 4 ár. Áðrenn Jan flutti heim úr útlondum, arbeiddi hann sum ráðgevi innan virkisleiðslu.
Jan er 58 ára gamal og útbúgvin civilverkfrøðingur frá DTU.
Hann byrjar væntandi í starvinum í november mánaði.