Búskaparmál

Eitt arbeiðsøki hjá Fíggjarmálaráðnum er Búskaparmál. Uppgávurnar hjá Fíggjarmálaráðnum í hesum sambandi eru millum annað at lýsa føroyska búskapin og at greina ymisk viðurskifti og tættir í búskapinum. Hetta er neyðugt, skal landsstýrið hava eitt gott og rættvísandi grundarlag í arbeiðinum at reka ein skilagóðan búskaparpolitikk, sum stuðlar tryggum og haldgóðum búskaparvøkstri. Tá ið fíggjarpolitikkur landsins verður lagdur til rættis, er eisini umráðandi, at landsstýrið hevur so gott og rættvísandi grundarlag sum gjørligt í hesum arbeiði. Hetta fevnir millum annað um, at forsagnir um landsins inntøkur og útreiðslur eru so neyvar og rættvísandi sum gjørligt.

Fíggjarmálaráðið lýsir bæði gongdina í búskapinum yvir styttri áramál – sonevndu konjunkturgongdina – og búskaparligar avbjóðingar, sum standa fyri framman og gera seg galdandi, sum frálíður yvir longri áramál. Fíggjarmálaráðið metir eisini um, hvussu samfelagsbúskapurin verður ávirkaður av búskaparligum tiltøkum, gongdini í øðrum londum, skattapolitiskum tiltøkum ella av øðrum viðurskiftum. Týðandi amboð í hesum arbeiði eru millum annað:

  1. At greina búskaparlig hagtøl, sum Hagstovan kunnger
  2. At greina hagtøl um landsins inntøkur og útreiðslur, sum Gjaldstovan og TAKS savna og kunngera
  3. At greina búskaparlig hagtøl, sum altjóða stovnar kunngera
  4. Uppgerðir av konjunkturjavnaðum úrsliti fyri almenna geiran
  5. Konjunkturvísitalið

Eins og í okkara grannalondum fevnir almenni geirin í Føroyum um nærum helmingin av samlaða búskapinum. Ein onnur arbeiðsuppgáva hjá Fíggjarmálaráðnum er at tryggja, at almenni geirin sum heild verður rikin so skynsamt sum gjørligt, og at tiltøk verða framd, sum tryggja effektivisering og modernisering innan almenna geiran.

Niðanfyri eru nakrar slóðir til ymiskt viðkomandi tilfar innan føroysk búskaparmál

Búskaparráðið

Landsbankin

Danmarks Nationalbank

Hagstovan