Arbeiðsøki

Ráðið er fyrisiting hjá landsstýriskvinnuni fyri málsøkini samsvarandi galdandi málsøkjabýti løgmans. Høvuðsmálsøkini eru: talgilding, búskaparmál, fíggjarmál, skatta- og avgjaldsmál, lønarmál, kommunal fíggjarmál og hagfrøðismál.

Virkisøkini hjá landsstýriskvinnuni eru skipað í stovnunum:

  • TAKS - skatta- og avgjaldsmál
  • Gjaldstovan - fíggjarmál, kommunal fíggjarmál, lønarmál og talgilding
  • Hagstovan - hagfrøðismál
  • Landsbankin - búskaparmál og fíggjarmál (láns- og íløgurøkt)

Høvuðsuppgávurnar hjá Fíggjarmálaráðnum eru:

  •  at ráðgeva landsstýriskvinnuni
  •  at málsviðgera
  •  at evna til lógir, kunngerðir og reglugerðir
  •  at samskipa tvørgangandi uppgávur
  •  at vegleiða og hava eftirlit við stovnum og øðrum undir ráðnum

Fíggjarmálaráðið hevur m.a. hesar tvørgangandi uppgávurnar:

  •  At gera uppskot til fíggjarlóg
  •  At gera uppskot til játtanarkarmar
  •  At skipa fyri lønarsamráðingum og at vera landsins arbeiðsgevari
  •  At skipa fyri talgilding

Fíggjarmálaráðið er ovasti fyristingarligi myndugleiki hjá teimum stovnum, ið hoyra undir málsøkið hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum.