Lønir og sáttmálar
Lønardeildin á Fíggjarmálaráðnum hevur ábyrgd av landsins arbeiðsgevaraheimildum, ið viðvíkja lønum og setanartreytum.
Høvuðsuppgávurnar hjá lønardeildini eru tí:
- at samráðast við fakfeløg um sáttmálar og avtalur fyri størv hjá landinum
- at umsita tænastumannalóggávuna
- at flokka størv og at góðkenna individuellar treytir
- at ráðgeva hinum ráðunum í arbeiðsrættarligum og setanarrættarligum spurningum
Harumframt umsitur lønardeildin á Fíggjarmálaráðnum eisini:
- Tann part av kommunustýrislógini, sum snýr seg um góðkenningar samb. § 5, stk. 5 av kommunalum sáttmálum og avtalum um lønar- og setanarviðurskifti v.m.