Skattir og avgjøld
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur evstu ábyrgd av allari fyrisiting og umsiting á skatta- og avgjaldsøkinum í landinum. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fyrireikar sostatt og leggur fram lógir og lógarbroytingar á skatta- og avgjaldsøkinum.
Høvuðsendamálið við skatta- og avgjaldslógunum er at útvega inntøkur til raksturin av samfelagnum og at fíggja tænastur, ið bodnar verða borgarunum.
Skatta- og avgjaldslóggáva verður í ávísan mun nýtt sum fíggjarpolitiskt amboð til at ávirka samlaða eftirspurningin í samfelagsbúskapinum eftir vørum og tænastum.
Áður var skattalóggávan eisini nógv nýtt sum vinnupolitiskt amboð, men henda nýtslan er meira avmarkað í dag.
Endiliga verður skattalóggávan brúkt til inntøkujavnan. Hetta verður gjørt umvegis progressiónina í skattastiganum við serligum barnafrádrátti o.ø.
Skatta- og avgjaldslóggávan verður fyrisitin av Toll- og Skattaráð Føroya og TAKS.
Borgarar hava møguleika at kæra avgerðir hjá Toll- og Skattaráð Føroya og TAKS til kommunalar kærunevndir og Skatta- og avgjaldskærunevndina.