Løgtingsfíggjarlóg

Løgtingsfíggjarlógin kann í stóran mun samanberast við eitt búskett hjá einari privatari fyritøku. Privatar fyritøkur hava vanliga eitt búskett við ársbyrjan, ið verður grundarlagið fyri virkseminum hjá fyritøkuni í árinum, sum stendur fyri framman. Fortreytirnar fyri búskettin­um kunnu broytast í árinum, og tí verða búskettini vanliga endurskoðað og tillagað, sum árið líður. Tá árið er farið, verður gjørdur ársroknskapur, ið staðfestir veruligu gongdina í árinum, sum fór.

Løgtingsfíggjarlógin er búskettið hjá landinum. Tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum samskipar alt arbeiðið við løgtingsfíggjarlógini. Hann skal áðrenn 1. oktober á hvørjum ári leggja fíggjar­lógar­uppskot fyri komandi ár fyri løgtingið. Hetta er nógv tað størsta lógaruppskotið, sum regluliga verður lagt fyri løgtingið. Løgtingið hevur síðan 3 mánaðir at viðgera og at gera broytingar í uppskotinum, sum skal vera samtykt í seinasta lagi 31. desember sama ár.

Tað serliga við búskettinum hjá landinum er, at tað er samtykt við lóg. Broytingar og til­lagingar kunnu tí ikki gerast í búskettinum (løgtingsfíggjarlógini), uttan at løgtingið sam­tykkir tær.

Tá árið er farið, verður gjørdur landskassaroknskapur, ið staðfestir veruligu gongdina í árinum, sum fór.