10.10.2017 · Fíggjarmálaráðið

Fíggjarlógin 2018: Røðan hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum

Búskaparligt hásummar er í Føroyum. Úrslitið er, at búskaparliga hava vit helst ongantíð verið so sjálvbjargin sum nú. Hetta er bæði gott og gleðiligt.

Hetta er fyrst og fremst takkað verið stóra arbeiðinum, sum fólkið og vinnan í Føroyum gera hvønn dag – og takkað verið ovurstóra tilfeinginum, ið vit hava á sjónum, á landi og í fólkinum. Eisini hevur førdi politikkurin seinastu árini viðvirkað til jaligu gongdina.
Men eins og heystið nú er í hondum, so kemur búskaparliga heystið eisini fyrr ella seinni. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2018 leggur tí stóran dent á varligan fíggjarpolitikk, lágan rakstrarvøkstur og stórt avlop, ið skal nýtast at rinda skuld og at seta í Búskapargrunn til komandi tíðir. Soleiðis bjálva vit búskapin til framtíðina.

Vit settu bjørt mál – vit vildu nógv

Samgongan millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn varð skipað á heysti 2015. Vit settu okkum bjørt mál fyri land og fólk. Nú skuldu mongu stórmálini loysast – og vildu vit fremja átøk, ið skuldu flyta okkum framá móti einum sjálvbjargnum, samhaldsføstum og tíðarhóskandi Føroyum. Fóru beinanvegin til verka. Úrslitini eru sjónlig.

Vit vildu leggja tryggar búskaparligar lunnar
Vildu venda halli til avlop. Hetta varð framt. Eftir 8 ár og 3 mia. kr. í samanløgdum halli – harav 1 millard bara í undanfarna valskeiði – fekst avlop á 158 mió. kr. í fjør og væntandi um 460 mió. í avlopi í ár. Hetta er størsta avlop í 16 ár. Størsta avlop síðan fullveldissamgonguna í 2001. Eisini í 2018 verður roknað við avlopi á omanfyri 400 mió. kr.

Vildu hartil minka skuld og økja uppsparing landsins. Hetta varð framt. Fyri fyrstu ferð nakrantíð er Búskapargrunnur Føroya nú fingin at virka. Settu 23 mió. í henda í fjør. Seta væntandi 263 mió. kr í henda í ár, og komandi ár væntandi 144 mió. kr. afturat. Samanlagt um 430 mió. kr. í Búskapargrunnin eftir 3 árum. Samstundis minkar skuld landsins við 500 mió. kr. í 2018. Nýta sum heild um 2/3 av avlopi landsins at minka nettoskuld landsins, og um 1/3 til at seta av í Búskapargrunn Føroya. Ein grunnur, hvørs endamál er, at tryggja samhaldsfesti millum ættarlið, at fremja javna búskapargongd og at gera okkum búskaparliga sjálvbjargin.

Vit vildu varandi fólkavøkstur
Vildu gerast alsamt fleiri at byggja land. Hetta hendir í hesum døgum. Søguliga stórur fólkavøkstur. Minsta fráflyting síðan skrásetingar byrjaðu í 1970’unum, størsta tilflyting síðan um aldarskiftið, tá fólk fluttu heim aftur eftir stóru kreppuna í 90’unum. Eru vorðin um 732 fleiri seinasta árið, og 2.446 fleiri síðan fólkavøksturin byrjaði. Heili 5% fleiri eftir fáum árum. Hava tí sett met í fólkatali og eru nú fleiri enn 50.000 íbúgvar.

Vit vildu vinnuliga framgongd

Stóri fólkavøksturin er heilt víst eitt úrslit av stóru framgongdini í føroyska vinnulívinum seinastu árini. Serliga í uppisjóvarvinnuni, í alivinnuni, í byggivinnuni og í ferðavinnuni, ið øll gera eitt einastandandi arbeiði. Seta tí eisini met bæði í útflutninginum, ið nú er um 9 milliardir kr., og í ferðafólkatali. Bara higartil í ár eru 271.000 fólk farin um flogvøllin. Hetta er ein árligur vøkstur á omanfyri 16%. Úrslitið er tí eisini, at arbeiði er til nærum allar hendur. Um 700 fleiri løntakarar seinasta árið, og eru vit nú komin á hædd við hægsta løntakaratal í Føroyum nakrantíð. Heili 1.300 fleiri løntakarar í hesum valskeiðnum harav nærum 1.000 eru í privata geiranum. Hetta síggja vit eisini aftur í lønargjaldingunum, ið hava sett met.

Vit vildu geva barnafamiljum betri kor

Kanska ovurstóri fólkavøksturin eisini er eitt úrslit av, at barnafamiljurnar fingu betri kor. Barsilsskipanin varð í fjør betrað við 6 vikum – úr 38 upp í 44 vikur – og komandi ár verða 2 vikur lagdar afturat. Koma upp í 46 vikur og hartil verður eftirlønargjald framyvir lagt omaná, ikki tikið av útgjaldinum sum nú. Barnafrádrátturin til børn undir skúlaaldur er hækkaður úr 6.500 upp í 9.200 kr. árliga. Og stakir uppihaldarar hava fingið størri fíggjarligan stuðul.

Vit vildu fleiri útbúgvingar og lesandi

Kanska fólkavøksturin hartil er eitt úrslit av, at stórar íløgur vórðu gjørdar í útbúgving og lesandi í Føroyum. Lestrarstuðulin er hækkaður og øll undir hægri lestnaði frá skjótt eisini lestrarstuðul 12. mánaðan. Fróðskaparsetrið hevur met nógv lesandi, hevur við játtanini komandi ár fingið 17 mió. kr. í øktari játtan í valskeiðnum og nýggj høli. Nýggj ferðavinnuútbúgving er stovnsett í Vestmanna og listaútbúgving er ávegis á Sandi. Í Suðuroy er búskaparbreyt á miðnámi nú stovnað. Serligt skipað miðnám er endiliga skipað og ment kring landið. Umframt munandi íløgur eru framdar og fyri framman í Glasir, miðnám á Kambsdali og í Tekniska Skúla í Klaksvík.

Vit vildu styrkja samhaldsfestið
Vildu býta virðini javnari í Føroyum og fáa framgongdina í samfelagnum út í hvørt heim. Hetta varð gjørt. Heilar 137 mió. vórðu settar av til lækking av landsskattinum hjá lág- og miðalløntum. Gav upp í 8.500 kr. meira at liva fyri, fyri ein miðalløntan føroying. Ongi børn skulu liva í fátækradømi. Familjuískoyti til barnafamiljur í trongum fíggjarligum korum varð tí beinanvegin sett í verk, og fólkapensjónistar fingu betri kor og 4-5.000 kr. meira at liva fyri árliga. Fyri framman stendur fíggjarligur lætti til fyritíðarpensjónistar, ið fáa um 1.000 kr. meira at liva fyri um mánaðin, meira enn 12.000 kr. meira um árið, umframt størri stuðul úr Heilsutrygd. Hartil er økispsykiatriin nú fult útbygt kring landið, samstundis sum nýtt dagtilboð til børn og ung letur upp á psykiatriska deplinum.

Á altjóða pallinum taka vit eisini størri ábyrgd og vísa størri samhaldsfesti. Neyð- og menningarhjálpin er nærum trýfaldað eftir 2 árum.

Vit vildu tryggja øllum rætt til góðan bústað

Týðandi stig eru tikin og fleiri eru fyri framman. Bústaðir fekk heimild at útskriva lánsbrøv fyri 250 mió. kr., soleiðis at eitt nú føroysk uppsparing kundi setast í føroysk “realkredittlánsbrøv” við trygd í bústaðarbygging í Føroyum. Hetta lat upp fyri, at Bústaðir kann byggja fleiri bústaðir, og fær Bústaðir 281 nýggjar bústaðir tøkar komandi 2 árini. Kemur harvið at hava um 500 leigubústaðir í 2019. Øll, ið byggja leigubústaðir, privat sum alment, fáa MVG-afturbering. Hartil verður leigulógin í næstum dagførd og skattalógin somuleiðis, fyri at eggja enn fleiri til at leiga út til langtíðarleigu, heldur enn at hús og íbúðir standa óvirkin ella verða leigað til ferðafólk.

Størsta sosiala bústaðarbyggjarí verður nú eisini sjósett. 200 mió. kr. eru settar av til at byggja nýggjar bústovnar og vardar bústaðir. Hetta vil tryggja øllum okkara borgarum góðar og virðiligar bústaðir, og vil samstundis frígeva nógv leigumál, ið verða tøk til onnur at ogna sær.

Íalt eru framd og sett í verk bústaðarpolitisk átøk fyri umleið hálva milliard krónur. Hetta fer at muna.

Vit vildu eitt ríkt mentanarlív

Vildu styrkja mentanina, ið er okkara savningarmegi og samleiki. Hetta varð framt og meira er ávegis. Mentanargrunnurin er munandi uppraðfestur í fjør, í ár og aftur komandi ár. Vil geva okkara føroyska máli, listini og mentanini styrk. Listafólk kunnu vænta minstulønarskipan. Søvnini verða uppraðfest og eisini er verklagslóg um Tjóðpall Føroya á veg í Løgtingið. Saman við nýggjari listaútbúgving á Sandi skapa vit soleiðis støðugt betri umstøður fyri ríka mentanarlívi okkara.

Vit vildu íløgur kring alt landið

Tí framgongdin skal koma øllum føroyingum til góðar. Nógv er framt og millum mongu átøkini í komandi ári eru hesi.

Suðuroy: Íløgujáttan til eftir- og háskúla, nýggj deild hjá Landsskjalasavninum, umframt at fyrireikingar til Hvalbiartunnilin gerast lidnar.

Sandoy: Sandoyartunnilin er ávegis, nýggj útbúgving innan list og økt játtan til átøk innan grønmetisframleiðslu.

Eysturoy: Eysturoyartunnilin í gerð, Selatraðarvegurin betrast, útbygging av miðnámsskúlanum á Kambsdali og Bústaðir byggja á Toftum og í Fuglafirði.

Norðoyggjar: Íløgujáttan til Húsarhaldsskúlan og Klaksvíkar Sjúkrahús, nýggj endurvenjingartænasta skipast, umframt at Bústaðir byggja.

Vágar: Nýggj høli til Sjóvinnustýrið byggjast og ferðsluætlan gerast við Skúlan á Giljanesi.

Norðstreymoy: Ferðavinnuútbúgvingin í Vestmanna mennast, Bústaðir byggir íbúðir umframt ymsar vegagerðir.

Útoyggjar: Nýggj samferðslugjaldsskipan til frama fyri fastbúgvandi, betra ferjulegu í Syðradali og lending í Mykinesi.

Hartil vilja onnur átøk, eitt nú nýggja ferðavinnu menningareindin, ið saman við kommunum o.ø. fer at samskipa ferðavinnuna betri innanhýsis í Føroyum, umframt tunnilstoymið, ið eftir ætlan fer at gera smærri tunlar til útjaðaraøki, vera við til at skapa trivna og framgongd í øllum landinum.

Vit vildu enn størri virðisskapan og fleiri størv

Vit skulu í størri mun gagnnýta ovurstóra tilfeingi okkara. Á landi, í havi og í fólkinum. Vilja leggja lunnar undir enn størri virðisskapan og at skapa fleiri størv í Føroyum. Stór átøk eru longu framd og fleiri eru ávegis. Fiskivinnunýskipan er løgd fyri Løgtingið, og nýggj alilóg er ávegis. Ferðavinnan verður nú samskipað til fulnar innanlands. Fyri framman stendur spildurnýggj menningardeild, ið fer at samskipa virksemið kring landið saman við kommununum. Matstovuvinnan er í blóma og eisini henda kann vænta stimbrandi átøk fyri framman. Sama er galdandi fyri stuðul til átøk at framleiða meira grønmeti, og at gagnnýta okkara ull og tarvkálvar. Talgildu Føroyar er í gongd. Eitt átak, ið fer at flyta okkum lagt framá innan talgilding. Í seinnu helvt av komandi ári fáa allir føroyingar væntandi egnan talgildan samleika. Arbeitt verður hartil støðugt við, at fáa betri marknaðaratgongd kring heimin. Vóna og vænta at vit fara at síggja munandi framstig í komandi árinum.

Vit vildu størri sjálvræði

Tí tað eru sjálvandi føroyingar, ið best røkja áhugamál føroyinga. Avgjørt er, at Føroyar skulu heimtaka ábyrgdina av persóns-, familju- og arvarætti á Ólavsøku 2018. Eisini skulu útlendingamál heimtakast, eins og loftrúmið partvís skal heimtakast í 2018. Hetta hevur við sær, at fleiri av teimum mest týðandi avgerðunum, bæði fyri einstaklingar og fyri tjóðina, nú frameftir fara at verða tiknar av føroyingum og í Føroyum. Eisini skal føroyska veðurtænastan nú mennast, eins og vit styrkja fleiri av týðandi stovnum okkara – so sum Fiskiveiðieftirlit, Havstovuna og Hagstovu Føroya.

Stjórnarskipan Føroya fer eisini til fólkaatkvøðu í 2018. Hetta er ein søguligur møguleiki at staðfesta sjálvsavgerðarrætt føroyinga og at samtykkja, hvørji grundleggjandi rættindi og skyldur skulu verða grundarsteinar undir føroyska samfelagnum. Eisini hetta er eitt fet á vegnum at gerast meira sjálvbjargin sum land og fólk.

Vit vildu fremja stórmálini

Stórmálini eru nú øll á gáttini til at verða loyst í verki. Stjórnarskipan Føroya er latin Føroya Løgtingi til víðari viðgerð. Fiskivinnunýskipanin hevur verið til 1. viðgerð á Løgtingi. Menningarætlan fyri heilsuverkið er sett í verk. Pensjónsnýskipanin verður løgd fram í oktober mánaða. Ein pensjónsnýskipan, ið fer at tryggja øllum eina góða pensjón, gera tað meira fíggjarliga áhugavert at arbeiða eftir pensjónsaldur, og at styrkja fíggjarliga haldførið yvir tíð.

Talan er um loysnir á stórmálum, ið allar hava til endamáls at leggja tryggar lunnar undir okkara samfelag bæði fyri okkum sum her liva og virka – og fyri komandi ættarlið.

So sanniliga eru vit komin langt ávegis móti bjørtu málunum, ið vit settu okkum á heysti 2015 – og enn fleiri mál standa fyri framman.

 

Vit vildu búskaparligt sjálvbjargni

Tí sjálvandi skulu vit reka okkara samfelag fyri tey virðir, sum vit sjálvi megna at skapa her í Føroyum. Og tað ber væl til. Málið um búskaparligt sjálvbjargni er ómetaliga nær – um tað ikki í veruleikanum longu er rokkið.

Búskaparvøksturin hevur seinnu árini verið 6-8% árliga. Føroyingar spara eisini upp sum ongantíð áður. Føroyska framleiðslan hevur ongantíð verið størri enn nú.

Søguliga hevur føroyska framleiðslan ligið væl lægri enn í grannalondum okkara, men hetta er nú broytt. Føroyar hava fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð tøka inntøku fyri hvønn íbúgva, ið er hægri enn í okkara grannalondum, Íslandi og Danmark.

Samstundis hevur landskassin mett avlop fyri 2018 á omanfyri 400 mió. kr. og omanfyri 800 mió. kr. áðrenn íløgur. Valdu vit ikki at gera íløgur, kundu vit slúsað allan blokkin á 642 mió. kr. út av fíggjarlógini og framhaldandi havt avlop á 150-200 mió. kr.

Vit vildu fíggjarligt varsemi

Búskaparliga hásummarið fer fyrr ella seinni at verða avloyst av búskaparligum heysti. Vit skulu hava ráð at reka vælferðarsamfelagið á minst sama støði sum í dag, tá ið búskaparligi veturin einaferð kemur. Tí er alneyðugt at halda aftur í rakstrarvøkstrinum nú, tá ið tíðirnar er góðar.

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2018 leggur stóran dent á lágan rakstrarvøkstur á bert 1,9% (uttan lønarvøkstur, tí sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum ikki eru liðnar enn). Hesin vøkstur er í mun til fíggjarlógina fyri 2017, og er hetta enntá samstundis sum stórur fólkavøkstur er, ið eisini økir tørvin á almennum tænastum, tildømis skúla- og heilsuverki. Inntøkumetingin er eisini sera varlig, og væntast inntøkurnar tí at lækka eitt vet í komandi ári, tí inntøkuvøksturin er óvanliga stórur í ár. Tá vit umrøða samanbering er tað í mun til fíggjarlógina fyri 2017, ið varð samtykt í desember í fjør. Samanbera vit fíggjarlógina fyri 2018 við metta úrslitið fyri 2017, so er rakstrarvøksturin enntá bert 0,4%. Talan er tí um eitt fíggjarlógaruppskot, ið byggir á sera varnan fíggjarpolitikk.

Vit vildu breiðar semjur

Vit hava í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2018 gingið nýggjar leiðir.

Lovaðu at virka fyri breiðum semjum í føroyskum politikki – og vit fremja tað vit lovaðu.

Hava brúkt um 2 ár av samgonguskeiðnum at samráðast um breiðar semjur um stjórnarskipan, menningarætlan fyri heilsuverkið, fiskivinnunýskipan og pensjónsnýskipan. Hava hartil bjóðað til samstarv um fólkaskúlan, miðnámsskúlan og onnur øki.

Fíggjarlógin fyri 2018 er eitt úrslit av støðuga arbeiðinum fyri breiðum semjum. Fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð eru samgonga og andstøðuflokkur gingin saman í samstarv um eina fíggjarlóg áðrenn fíggjarlógaruppskotið verður lagt fram. Hetta er gott. Hetta ber boð um broytingartíðir.

Sjálvstýri hevur við hesum valt at ganga undan.

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava við hesum brotið upp úr nýggjum.

Vónandi kann hetta samstarv vera byrjanin til meira samstarv og breiðari semjur í føroyskum politikki framyvir.

Nógv hevur verið at frætta um, hvat hvør semja hevur kostað. Í mínari verð hevur kostnaðurin undanfarnu nógvu árini fyri ikki at gera breiðar semjur, verið fleirfaldaður tí, ið vit umrøða í dag. Vegna mist støðufesti. Vegna mist samstarv. Vegna ótryggleika fyri samfelagið alt. Hartil er onki sett í fíggjarlógaruppskotið uttan so, at hetta hevur verið partur av heildarætlanum hjá samgonguni.

Fíggjarlógaruppskotið snýr seg tí hesuferð eisini um meira enn politisku málini og fíggjarpolitikk. Hesuferð snýr tað seg eisini um, at bróta upp úr nýggjum við breiðum politiskum samstarvi til frama fyri fólkið og landið alt.

Vit fremja tað vit lovaðu

Vit eru komin lagt ávegis móti málunum, ið vit settu okkum á heysti 2015. Og uppskotið til fíggjarlóg fyri 2018 flytir okkum enn longur framá móti einum sjálvbjargnum, samhaldsføstum og tíðarhóskandi Føroyum. Fíggjarlógaruppskotið byggir hartil sum heild á fíggjarligt varsemi við lágum rakstrarvøkstri og søguliga stórum avlopi, ið skal nýtast at minka skuld og at seta av í Búskapargrunn til komandi tíðir.

Soleiðis bjálva vit okkara búskap, samstundis sum vit brynja Føroyar til framtíðina.

Røða á Løgtingi, 4. oktober 2017

Kristina Háfoss

Landsstýriskvinna í fíggjarmálum