Uppskot send til ummælis frá Fíggjarmálaráðnum í dag
Talgildu Føroyar
Samgongan hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu gerast undangonguland innan talgilding. Lógin um Talgildu Føroyar er eitt avgerandi fet móti málinum. Lógin verður grundarlagið undir talgilda undirstøðukervinum fyri alt tað føroyska samfelagið.
Talgildu Føroyar verkætlanin flytir Føroyar framá við risafetum, og verkætlanin verður ein hornasteinur í menningini av okkara landi komandi árini. Talgilda frambrotið fer at gera gerandisdagin lættari hjá vanliga føroyinginum, hjá almennu fyrisitingini og hjá føroysku vinnuni. Vit fara øll at flyta okkum í eina tíð, har talgilda samskiftið verður snúningsásin.
Lógaruppskotið um Talgildu Føroyar verður í dag sent til ummælis á almenna hoyringsportalinum.
Freistin at koma við viðmerkingum er tann 20. februar 2017
Talgildar rokningar
Nú skulu allar rokningar sendast talgilt til tað almenna. Landsstýrið hevur sent lógaruppskot um elektroniskar rokningar til ummælis á almenna hoyringsportalinum.
Endamálið við uppskotinum er, at gera skrásetingar og gjaldingar hjá tí almenna meira skynsamar og effektivar. Landið móttekur longu 55% av sínum rokningum talgilt. Talgilt merkir umvegis eina rokningarhandfaringastøð. Veitarar, sum ikki hava skipanir, ið kunnu senda talgilt, hava møguleika at stovna rokningar á einari heimasíðu til endamálið.
Landið fer eisini at hava eina tænastudepil sum hjálpir tænastuveitarum at senda rokningar talgilt. Tey, sum senda fáar rokningar, kunnu blíva undantikin at senda rokningar talgilt.
Freistin at koma við viðmerkingum er tann 30. januar 2017