Veiðigjaldslógin

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um Veiðigjøld fyri fiskiskap (veiðigjaldslógin)
Frágreiðing

Samgongan, hevur sett sær fyri at dagføra skipanina við veiðigjøldum.

Skipanin við uppboðssølum bleiv avtikin við løgtingslóg um sjófeingi, sum varð samtykt av løgtinginum 21. desember 2019.

Hetta lógaruppskotið miðar eftir at fremja málið, um at dagføra skipanina við veiðigjøldum, soleiðis at tey frameftir fylgja gongdini í vinnuni.

Á hendan hátt kann fiskivinnan undir tryggum kørmum skapa virði til bæði land og vinnu.

Hetta uppskotið miðar fram í móti at fáa skipanina við veiðigjaldið í eina fasta legu til gagns fyri vinnu og fyrisiting. Lógaruppskotið leggur seg eftir, at veiðigjaldið frameftir verður tillagað eftir skipaðum viðurskiftum, sum fylgja umstøðunum í fiskiskapinum. Á tann hátt kann størri vissa fáast fyri hvussu veiðigjaldið verður ásett frameftir og minkar óvissuna í fiskivinnuni.

Hetta ber við sær at veiðigjøld framhaldandi kunnu vera eitt munagott ískoyti til landsbúskapin, uttan at taka grundarlagið undan fiskivinnuni.

Ummælisfreistin er farin
29.03.2021
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
22.03.2021
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Uppskot til løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap Fylgiskjal 1 tilmæli um skipan fyri veiðigjøld frá 2021 og frameftir