Uppskot til nýggjar kunngerðir um flutningsfeløg og speditørar og elektroniska tollavgreiðslu og tollkreditt
Frágreiðing
Fíggjarmálaráðið sendir við hesum tvey uppskot til kunngerðir til ummælis:
Uppskot til kunngerð um elektroniska tollavgreiðslu og tollkreditt
Uppskot til kunngerð um loyvi til flutningsfeløg og speditørar
Sambært uppskotunum sleppa flutningsfeløg og speditørar framyvir at tollavgreiða sendingar fyri privatkundar, á sama hátt sum tey í dag tollavgreiða sendingar fyri vinnukundar.
Møguligar viðmerkingar skulu vera Fíggjarmálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. februar 2025 á teldupostadressu fmr@fmr.fo.
Ummælisfreistin er farin
17.02.2025Ráð
FíggjarmálaráðiðØki
Tollur og innflutningurSlag
KunngerðDagfesting
28.01.2025Samband
fmr@fmr.foTak niður



