Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
Føroyar hava bundið seg til altjóða Wien-sáttmálan um verju av ozonlagnum frá 1985 og til Montreal-protokollina um ozonoyðandi evni frá 1987.
Løgtingið samtykti hin 5. mai 2022, at Føroyar skulu minka útlátið av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi 30% næstu 10 árini.
Málið skal røkkast við 25 átøkum, har f-gass eru nevnd og fevnd av átaki 18 og 19 í orku- og veðurlagspolitikkinum.
Kunngerðin um f-gass og avgjøldini á innflutning av f-gassum eru tí liður í at røkka mál Føroya at minka útlátið av vakstrarhúsgassi.
Endamálið við uppskotinum er at seta hesar samtyktir og ásetingar í verk, umframt at gera nakrar smærri broytingar í toll- og vøruskránni sambært tilmæli frá TAKS.
Uppskotið er til hoyringar á hoyringarportalinum hjá Landsstýrinum fram til 5. september 2023 og møguligar viðmerkingar skulu sendast til fmr@fmr.fo í seinasta lagi 5. september 2023.