Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Frágreiðing

Føroyar hava bundið seg til altjóða Wien-sáttmálan um verju av ozonlagnum frá 1985 og til Montreal-protokollina um ozonoyðandi evni frá 1987.

Løgtingið samtykti hin 5. mai 2022, at Føroyar skulu minka útlátið av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi 30% næstu 10 árini.

Málið skal røkkast við 25 átøkum, har f-gass eru nevnd og fevnd av átaki 18 og 19 í orku- og veðurlagspolitikkinum.

Kunngerðin um f-gass og avgjøldini á innflutning av f-gassum eru tí liður í at røkka mál Føroya at minka útlátið av vakstrarhúsgassi.

Endamálið við uppskotinum er at seta hesar samtyktir og ásetingar í verk, umframt at gera nakrar smærri broytingar í toll- og vøruskránni sambært tilmæli frá TAKS.

Uppskotið er til hoyringar á hoyringarportalinum hjá Landsstýrinum fram til 5. september 2023 og møguligar viðmerkingar skulu sendast til fmr@fmr.fo í seinasta lagi 5. september 2023.

Ummælisfreistin er farin
05.09.2023
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Øki
Innflutningsgjøld
Slag
Broyting í løgtingslóg
Dagfesting
15.08.2023
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi