Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skatting av húsaleigu)

Frágreiðing

Sambært galdandi ásetingarlóg verður skatturin frá húsaleigu býttur við 55% til landið og 45% til kommununa.

Við uppskotinum verður býtið av bruttoskattinum frá húsaleigu broytt soleiðis, at allur skatturin frá húsaleigu fer til atvinnukommununa, t.v.s. komununa, har húsið er staðsett. 

Uppskotið er sambært samgonguskjalinum og eftir ynski frá Kommunufelag Føroya.

Ummælisfreistin er farin
07.02.2025
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Øki
Ásetingarlógin
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
23.01.2025
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Ásetingarlógin