Uppskot til broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin)

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin)
Frágreiðing

Samgongan hevur sett sær fyri, at tilfeingisgjøldini í uppsjóvarvinnuni og flotanum í Barentshavinum verða endurskoðaði, soleiðis at ein munandi, men rímiligur partur av tí serstaka vinninginum – tilfeingisrentuni – sum vinnulig serrættindi kunnu hava við sær, falla til landið. Støðið á verandi veiðigjøldum í verandi lóggávu eru ásett, soleiðis at veiðigjaldsinntøkan svaraði til støðið í 2018. Við hesum uppskotinum ynskir samgongan at betra um verandi skipan, við at stilla avgjaldsstigar og gera skipanina meira javna og gjøgnumskygda.

Uppskotið er til hoyringar á hoyringarportalinum hjá Landsstýrinum fram til 16. mars 2023 og møguligar viðmerkingar skulu sendast til fmr@fmr.fo í seinasta lagi 16. mars 2023 kl. 12.00.

Ummælisfreistin er farin
16.03.2023
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Øki
Veiðigjaldslógin
Slag
Broytingaruppskot
Dagfesting
09.03.2023
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Uppskot til Løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin)