Skattalógin - eyka skatt á alifeløg

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Eyka skatt á alifeløg)
Frágreiðing

Politisk semja er gjørd millum samgonguflokkarnir og Sambandsflokkin um eina endurskoðaða skipan fyri gjøld frá alivinnuni. Í semjuskjalinum frá 26. mars 2024 eru partarnir komnir ásamt um at fremja eina tvíliðaða gjaldskipan fyri alivinnuna sett saman av tøkugjaldi og einum eyka skatti á yvirskot hjá alifeløgunum.

Semja er um, at skipanin skal, alt tað ber til, ikki stýra atferðini hjá vinnuni, tá umræður, hvussu virksemið verður lagt til rættis, og at skipanin skal vera so umsitingarliga einføld og gjøgnumskygd sum til ber.

Fyrri partur av tvíliðaðu gjaldskipanini er útintur við uppskoti til løgtingslóg um tøkugjald (lm-117/2023), sum m.a. tekur burtur ovastu stigini í tøkugjaldsstiganum. Flokkarnir eru samdir um, at lógaruppskot um eyka skatt á alifeløgini verður lagt fyri Løgtingið tíðliga í heyst. 

Við lógaruppskotinum verður skotið upp, at alifeløgini gjalda ein eyka skatt á 8% av tí partinum av skattskyldugu inntøkuni, sum stavar frá virkseminum frá smoltframleiðslu til sjógvaaling og tøku. 

Ummælisfreistin er farin
07.10.2024
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Øki
skattalógin
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
18.09.2024
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Landsskatt Og Kommunuskatt (Skattalógin) (Eyka Skatt Á Alifeløg)