Skattafyrisitingarlógini
Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um fyrisiting av skatti, tolli og avgjaldi (Skattafyrisitingarlógin)Frágreiðing
Endamálið við uppskotinum er at gera kærugongdina á skatta- og avgjaldsøkinum meira einfalda. Farið verður burtur frá, at kærur um skatt og avgjøld kunnu roynast í tveimum fyrisitingarligum rættarstigum, til eina einfaldari kæruskipan, har kært verður beinleiðis til Føroya Kærustovn. Tær kommunalu skattakærunevndirnar verða sum liður í hesum lagdar niður.
Samstundis verður Toll- og Skattaráð Føroya lagt niður og uppgávurnar verða lagdar til TAKS at umsita.
Ummælisfreistin er farin
14.02.2022Ráð
FíggjarmálaráðiðSlag
LøgtingslógDagfesting
27.01.2022Samband
fmr@fmr.foTak niður

