Rokna skrásetingargjaldið á innfluttum brúktum motorakførum við støði í keypsprísinum

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Rokna skrásetingargjaldið á innfluttum brúktum motorakførum við støði í keypsprísinum)
Frágreiðing

Tað hevur altíð verið trupult hjá Akstovuni at skaffa upplýsingar fyri upprunavirðinum og ásetingarnar eru fleiri ferðir broyttar. Seinast hetta varð broytt var eftir eitt ítøkiligt mál. Tó hevur tað víst seg, at ásetingarnar eru strammaðar ov nógv, og hetta hevur havt við sær, at tað er sera tungt hjá Akstovuni at umsita hetta, tí bilasølurnar vilja ikki útflýggja upplýsingarnar orsakað av kappingarávum. Tí verður mælt til at broyta virðisásetingina til nakað meira ítøkiligt, sum er útveganarvirðið á bilinum.

Sum nevnt er uppgávan hjá Akstovuni at finna fram til upprunavirðið á brúktum innfluttum persón- og vørubilum og motorsúkklum nærum vónleys, og hetta hevur havt við sær, at tað hevur tikið fleiri dagar at avgreiða mál um skráseting av akførum.

Endamálið við uppskotinum er at gera innkrevjingina av skrásetingargjøldunum lættari at umsita, samstundis sum skrásetingargjøld og skráseting av innfluttum, brúktum akførum kann verða avgreidd eftir einum degi. Somuleiðis verður farið yvir til at brúka sama útrokningargrundarlag, sum TAKS brúkar til at tollavgreiða akfør eftir og til at áseta, hvussu nógv meirvirðisgjald akfarið skal rinda.

Ummælisfreistin er farin
02.09.2021
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Slag
Broyting í løgtingslóg
Dagfesting
26.08.2021
Tak niður
Uppskot Um Broytingar Í Løgtingslóg Um Avgjøld Við Skráseting Av Motorakførum