Lógaruppskot um Landsbankan og lógaruppskot um Búskaparráð
Heiti
til broytingar í løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð, og uppskot til løgtingslóg um BúskaparráðFrágreiðing
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur orðað uppskot til broytingar í løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð, og uppskot til løgtingslóg um Búskaparráð.
Landsbankin
Viðvíkjandi Landsbankanum mælir landsstýrismaðurin til at:
- Landsbankanevndin verður minkað fyri at Landsbankin kann virka effektivari,
- Raksturin av Landsbankanum verður fíggjaður av landskassanum,
- Ásetingarnar í lógini um landsins gjaldføri verða smidligari, og
- Stovnsfæ Landsbankans verður flutt til Búskapargrunnin
Búskaparráð
Viðvíkjandi Búskaparráðnum mælir landsstýrismaðurin til at:
- Landsbankanevndin verður Búskaparráðið, og at
Landsbankin skal røkja skrivarauppgavuna og hava dagligu umsitingina av Búskaparráðnum
Ummælisfreistin er farin
15.02.2021Ráð
FíggjarmálaráðiðDagfesting
03.02.2021Samband
fmr@fmr.foTak niður



