Ljóðbøkur gerast avgjaldsfríar eins og aðrar bøkur

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll og vøruskráin)(Ljóðbøkur gerast avgjaldsfríar eins og aðrar bøkur)
Frágreiðing

Orsøkin til uppskotið er, at landsstýriskvinnan hevur avgjørt, at ljóðbøkur skulu gerast mvg-fríar, og harvið javnsettar við vanligar prentaðar bøkur. Fyri at umsita avgjaldsfrítøkuna krevst, at ljóðbøkur fáa sítt egna vørunummar í Toll- og vøruskránni. Við hesum uppskotinum fáa ljóðbøkur sítt egna vørunummar.

Verður uppskotið samtykt er ætlanin at broyta Kunngerð nr. 22 frá 19. februar 2003 um meirvirðisgjaldsskylduga sølu av bókum soleiðis, at vørunummarið hjá ljóðbókum verður umfatað av kunngerðini, og ljóðbøkur sostatt gerast mvg-fríar eins og aðrar bøkur.

Ummælisfreistin er farin
18.02.2019
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Slag
Broyting í løgtingslóg
Dagfesting
24.01.2019
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
løgtingslóg toll og vøruskrá.pdf