Leingja umsóknarfreist fyri mvg-afturbering til almannagagnligt frítíðarvirksemi
Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)Frágreiðing
Orsøkin til, at uppskotið verður lagt fram, er, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum ynskir at leingja freistina fyri at søkja um MVG-afturbering sambært §3a í MVG-lógini. Hetta er orsakað av, at ynskt verður at stuðla felagsskapum – eitt nú innan ítrótt, mentan og átrúnað – ið gera íløgur í bygningar, við at hesi ikki skulu rinda MVG av íløguni. Henda lógarbroyting ger, at kostnaðurin av íløgum innan virksemi, ið er ikki-vinnuligt, almannagagnligt og heilt ella partvíst sjálvboðið, gerst 20% lægri enn hann hevði verið, um 25% MVG varð lagt afturat íløgukostnaðinum.
Ummælisfreistin er farin
26.02.2019Ráð
FíggjarmálaráðiðØki
MeirvirðisgjaldslóginSlag
Broyting í løgtingslógDagfesting
21.02.2019Samband
fmr@fmr.foTak niður
Leingja freist mvg Leingja freist mvg Javntekstur