Kunngerð um stuðulsjáttan
Broytingin snýr seg um at linka kravið um grannskoðan av roknskapi fyri stuðul, soleiðis at kravið verður tillagað í mun til stuðulsupphæddina, og at stuðul kann fáast meira enn tað eina árið.
Sbrt. galdandi kunngerð skal roknskapur fyri stuðul, um móttakarin ikki er fevndur av lógini um grannskoðan av landsroknskapinum, grannskoðast av góðkendum grannskoðara. Er talan um stuðul, sum bert verður veittur ta einu ferðina, og stuðulin er minni enn 100 tús. kr., er grannskoðan ikki eitt krav.
Stuðulsmóttakarar skulu sum áður lata stuðulsveitaranum roknskap, men kravið um grannskoðan verður broytt soleiðis:
Stuðul | Upplýsingar latast stuðulsveitara |
Minni enn 100 tús. kr. um árið | Roknskapur við frágreiðing um, hvussu stuðulin er nýttur; tó bert krav um frágreiðing, er talan um stuðul ta einu ferðina |
Minni enn 500 tús. kr. um árið | Roknskapur (við frágreiðing), sum er váttaður av góðkendum grannskoðara um víðkaða gjøgnumgongd |
500 tús. kr. ella meira um árið | Roknskapur (við frágreiðing), sum er váttaður av góðkendum grannskoðara við grannskoðanarátekning |
Krøvini í § 22, stk. 2 í galdandi kunngerð um, hvussu grannskoðanin skal fremjast, eru í høvuðsheitum at finna í lógini um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin). Tað er tí skilabest, at grannskoðanin verður framd í samsvari við grannskoðaralógina og reglum sbrt. henni, og ikki minst tá ið ræður um fráboðanarskyldu o.tíl.