Kunngerð um nýtslu av dekkum

Heiti
Uppskot til kunngerð um nýtslu av dekkum
Frágreiðing

Høvuðsbroytingarnar eru m.a.:

  • Frá 1. mai 2025 verður tað krav, at dekk skulu vera merkt við kavaflykru og fjallatindi fyri at dekkini skulu kunna verða allýst sum vetrardekk  Hesi dekkini hava betri lamellir, sum gera vegtakið betri, tá hálka og/ella kavi er, enn dekk, sum bert eru merkt við “M+S”, “MS”, “M&S”, “M-S” ella “Mud and Snow”.
  • Tað hevur víst seg at vera sera torført hjá eigarum at fáa fatur á vetrardekkum til motorsúkklur og prutl. Tí verður kunngerðin broytt soleiðis, at motorsúkklur og prutl verða undantikin treytunum um vetrardekk og píkadekk.
  • Orsakað av staðsetingini hjá Kriminalforsorgini, sum er uppi í Mjørkadali, hevur Kriminalforsorgin til tíðir tørv á at kunna koyra við píkadekkum uttan fyri ásettu tíðarfreistina, sum er ásett í § 2, stk. 2 í kunngerðini. Frameftir verður Kriminalforsorgin fevnd av undantakinum fyri at kunna koyra við píkadekkum, teir dagar hálka er.

Ummælisfreistin er farin
05.03.2021
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
05.02.2021
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Fílar Kunngerð um nýtslu av dekkum