Kunngerð um broyttan linkingarhátt
Við uppskotinum verður linkingarhátturin fyri lønarinntøkur, fevndar av grein 15, stk. 1 og grein 21, stk. 7, litra a í tvískattasáttmálanum millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996, broyttur frá eksemption til credit.
Heimildin fyri hesi kunngerð er § 1, nr. 2 í løgtingslóg nr. 196 frá 21. desember 2018 um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996, protokolpunkt X Til grein 25, stk. 2, sum er soljóðandi
“2. Ásetingin í grein í 25, stykki 2.c) kann eftir umbøn frá Føroyum verða strikað.
Umbøn um tílíka broyting verður at boða frá stjórnarliga við boðsending til eitt og hvørt av hinum sáttmálabundnu ríkjunum. Broytingin kemur í gildi tríatianda dagin eftir tann dag, tá ið øll sáttmálabundnu ríkini hava fingið tílík boð, og ásetingarnar í broytingini verða nýttar við atliti at skatti fyri skattaár, sum byrja 1. januar í tí skattaári, sum byrjar næst eftir tað ár, tá broytingin kemur í gildi ella seinni.”
Broyting kemur í gildi 1. januar 2025 og hevur virknað fyri inntøkuár, sum byrja 1. januar 2025 ella seinni.

