Frítøka fyri uttanlandsinntøku, hækking av bundna inngjaldinum og javnbjóðis kapping millum eftirlønarveitarar
Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn(eftirlønarlógin)(Frítøka fyri uttanlandsinntøku, hækking av bundna inngjaldinum og javnbjóðis kapping millum eftirlønarveitarar)Frágreiðing
Mælt verður til tríggjar ymiskar broytingar:
1. Eftirlønargjald av uttanlandsinntøku verður sjálvboðið.
Mælt verður til, at inntøka verður frítikin fyri bundna eftirlønargjaldið í teimum førum, har arbeiðsgevarin er útlendskur, og arbeiðið fer fram uttanlands.
2. Bundna inngjaldið hækkar aftur.
Undanfarna samgonga lækkaði bundna inngjaldið úr 15% niður í 12%. Lækkingin var í nógvar mátar óheppin, og mælt verður tí til at hækka inngjaldið aftur.
3. Tryggja javnbjóðis kapping millum eftirlønarveitarar.
Felagið peningastovnar hevur víst á, at peningastovnar – og tey sum spara upp til eftirløn í peningastovnum – sambært galdandi reglum eru fyri mismuni. Mælt verður til somu treytir fyri peningastovnar sum fyri aðrar eftirlønarveitarar.
Ummælisfreistin er farin
10.02.2020Ráð
FíggjarmálaráðiðØki
EftirlønarlóginSlag
Broyting í LøgtingslógDagfesting
27.01.2020Samband
fmr@fmr.foTak niður
Eftirlønarlógin