Dagføring av toll- og vøruskránni og fylgibroytingar
Fíggjarmálaráðið og TAKS mæla til at dagføra toll- og vøruskránna í skjali 1 í tolllógini. Tilmælið snýr seg um at seta nýggjastu útgávuna av toll- og vøruskránni frá WCO í gildi í Føroyum.
Føroyska toll- og vøruskráin, sum er lýst í skjali 1 í tolllógini, byggir á altjóða vøruskránna hjá World Customs Organisation (WCO), kallað Harmonized System.
Føroyska toll- og vøruskráin varð seinast dagførd í 2021, og neyðugt er tí at gera broytingar í henni, um hon skal samsvara við nýggjastu útgávuna frá WCO.
Við lógaruppskotinum verður toll- og vøruskráin í skjali 1 í tolllógini dagførd, og nýggjasta útgávan av toll- og vøruskránni frá WCO verður sett í gildi í Føroyum.
Í sambandi við dagføringina er neyðugt at gera fylgibroytingar í lógini um serligt avgjald á brennievni og í lógini um avgjald á framleiðslu og innflutning.