Bústaðir heimild at fara undir 200 leigubústaðir afturat
Endamálið er, at heimila Bústaðir at útskriva lánsbrøv við trygd í føstum ognum hjá Bústaðir, fyri at fíggja bygging av nýggjum leiguíbúðum.
Í uppskotinum verður mælt til, at Bústaðir fáa heimild at útskriva lánsbrøv fyri 250 mió. kr. afturat verandi lániheimild, og at hetta fer at fíggja eina ætlan at byggja um 200 leiguíbúðir afturat teimum íbúðum, ið Bústaðir eru í gongd við. Lógaruppskotið er ikki bara við til at skapa eitt bústaðarundirstøðukervi men eisini eitt fíggjarligt undirstøðukervi. Í dag verður meginparturin av føroysku uppsparingini – eitt nú tær 9,5 mia. kr. í pensjónsuppsparing – sett í útlendsk lánsbrøv. Til dømis verður ein ávísur partur settur í donsk realkredittlánsbrøv, ið eru við til at fíggja bústaðabygging í Danmark. Í Føroyum hava verið avmarkaðir møguleikar at seta føroyska uppsparing í føroysk lánsbrøv. Hetta lógaruppskotið letur í størri mun upp fyri tí møguleikanum.
Harafturat verður gjørt greitt í uppskotinum, at Bústaðir kunnu útvega lutaíbúðir til lutaíbúðafeløg.
Lógaruppskotið er partur av bústaðapakkanum hjá landsstýrinum. Landsstýrið ásannar, at stórar avbjóðingar eru á føroyska bústaðamarknaðinum, og landsstýrið hevur tí arbeitt við einum bústaðapakka við ymiskum átøkum, sum ætlandi fara at bøta um støðuna á bústaðamarknaðinum og minka um trotið á bústøðum, ið serliga stóri fólkavøksturin seinastu árini hevur havt við sær.