broytta skipan fyri koyrikort til vinnuligan fólkaflutning (bólkur DV)
Í løtuni eru ov fáir útbúnir bussførarar til at koyra við ferðafólki í Føroyum, serliga um summarið. Hóast nógv bendir á, at lítil busskoyring verður við ferðafólki hetta summarið, kann roknast við, at tørvurin á fleiri bussførarum tekur seg uppaftur næsta summar.
Vinnan hevur víst á hendan trupulleikan og tørvin.
Akstovan og koyrilærarar hava samskift um eina loysn, sum tekur atlit at føroyskum viðurskiftum og at ferðslutrygdini og er skjót at gjøgnumføra.
Fyri at seta alternativu skipanina í verk viðvíkjandi koyrikortið til vinnuligan fólkaflutning við bussi (bólk DV) er neyðugt at tillaga koyrikortkunngerðina við einum uppskoti til broytingarkunngerð.
Talan er um eitt hægri minsta tímatal í frálæru, krav um hálkukoyring á koyritekniskari breyt í Danmark, økt frálæra í koyri- og hvílitíðarreglum og handfaring av ferðafólki, áðrenn farið verður til roynd í vinnuligum fólkaflutningi til buss.