Broytingar í tolllógini
Heiti
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll Atgongd til ferðafólkalistar, tillaging til verandi mannagongdir, bygnaðin á TAKS og umsiting av tolløkinum, reglur um innheinting og panting, laga tollsatsir til handilssáttmálan millum Føroyar og ES o.aFrágreiðing
TAKS hevur gjørt Fíggjarmálaráðið varugt við, at tørvur er á at dagføra og broyta nakrar av ásetingunum í tolllógini. Talan er um ásetingar, sum ikki eru tíðarhóskandi og sum ikki samsvara við galdandi mannagongdir og umsitingina av tolllógini í dag. Talan er eisini um at skipa atgongdina hjá tollvaldinum til ferðafólkalistar hjá flutningsfeløgum við kunngerð. Harafturat verður skotið upp at gera nakrar tøkniligar dagføringar av tolllógini.
Ummælisfreistin er farin
04.01.2021Ráð
FíggjarmálaráðiðØki
TollurSlag
Broyting í løgtingslógDagfesting
26.11.2020Samband
fmr@fmr.foTak niður
Tolllógin