Broytingar í løgtingslóg um ferðslu
Broytingarnar eru m.a. hesar:
Broyting av allýsingini av lendisakfari
Atgongd til upplýsingar úr akfarsskránni hjá Akstovuni. Uppskotið hevur við sær, at heimildin til atgongd til akfarsskránna hjá Akstovuni verður savnað í ferðslulógini heldur enn í fleiri ymiskum serlógum. Uppskotið leggur somuleiðis upp til, at gjørdar verða skipaðar reglur um elektroniska atgongd til akfarsskránna hjá Akstovuni fyri almennar eftirlitsmyndugleikar, tryggingarfeløg í Føroyum, feløg og stovnar, sum krevja gjald fyri nýtslu av almennum økjum og tænastum, peningastovnar í Føroyum, bilasølur, verkstøð og eykalutasølur.
Umbýtan av bretskum koyrikorti til eitt samsvarandi føroyskt koyrikort. Eftir 1. jan. 2021 kann hetta ikki lata seg gera uttan so at farið verður til eftiransandi koyriroynd.
Broyting í heimildunum hjá landsstýrismanninum.
Broyting í ásetingunum um gjøld fyri skoðan (sýn). Tað vísir seg ofta at vera trupult hjá fólki at boða frá dagin fyri, sum tey skulu til sýn við bilinum. Hetta verður nú broytt til, at tey kunnu boða frá sama dag, at tað ikki ber til hjá teimum at møta til sýn.