Broyting í veiðigjaldslógini

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) 
Frágreiðing

 (Striking av áseting um lægri veiðigjald, tá ið tøka kvotan minkar serliga nógv og nágreining av veiðigjaldi á lodnu) 

Striking av áseting um lægri veiðigjald, tá ið tøka kvotan minkar serliga nógv 

Í veiðigjaldslógini er ásett, at veiðigjaldið lækkar niður í 50% av veiðigjaldinum, um kvoturnar minka serliga nógv; tað er tá tøka kvotan, sum er sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska, fer undir 50% av miðal tøku kvotuni, sum er sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska seinastu 5 árini.  

Endamálið við ásetingini er, at fiskiførunum verður álagt eitt lægri veiðigjald, um munandi lægri kvota hevur við sær, at vinnan fær munandi lægri inntøkur. Galdandi lóggáva tekur ikki hædd fyri, at hægri prísur ofta vigar upp ímóti eini lægri kvotu. Í løtuni er tað støðan. Eftir semjuna um makrelin, er prísurin á makreli meira enn tvífaldaður, og semjan ger, at fiskast kann meira effektivt enn áður. Samstundis verður veiðigjaldið ásett eftir avreiðingarvirðinum fyri árið frammanundan. Verandi áseting virkar sostatt ímóti sínum endamáli.  

Skotið verður upp at strika § 7 fyri at sleppa undan munandi lægri inntøku til landið, hóast inntøkan frá fiskiskapi ikki minkar.  

Bakstøði 

Í sambandi við, at kvoturnar á makreli lækka í 2025 og møgulig semja um sildina og sínamillum samráðingar standa fyri framman, er møguleiki fyri, at ásetingin í § 7 veiðigjaldslógini verður nýtt. Tað hevur sannlíkt við sær, at inntøkan frá veiðigjøldum lækkar millum 70 og 100 mió kr. í 2025.  

  

Nágreining av veiðigjaldi á lodnu 

Í seinastu lógarbroyting varð ásett, at gjaldast skuldi fyri veiðirættindi at fiska lodnu. Í lógaruppskotinum er heimild at áseta veiðigjald á lodnu í kunngerð. Heimildin er óneyðug og kann geva ógreidleika um, hvussu lógin skal umsitast.  

Skotið verður tí upp at broyta heimildina at áseta veiðigjaldið í kunngerð soleiðis, at henda bert fevnir um makrel, sild og svartkjaft.  

Ummælisfreistin er farin
18.11.2024
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Øki
Veiðigjaldslógin
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
15.11.2024
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin)