Broyting í lóg um skráseting av akførum
Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Broyta ásetingar um meting av upprunavirðinum og útvegan av skjalprógvi)Frágreiðing
Við avgerð í kærumáli frá Skatta- og avgjaldskærunevndini tann 30. juni 2021 hevur Akstovan fingið ein nýggjan leiklut, um at útvega upplýsingar frá útlendskum importørum og bilframleiðarum, sum Akstovan onki tilknýti hevur til, samstundis sum Akstovan eisini er eftirlits- og avgerðarmyndugleiki á økinum.
Akstovan hevur ikki skyldu til at fara út um egnar skráir at finna fram upplýsingar um upprunaprísir á einstøku akførunum, og tí verður hetta nú broytt.
Ummælisfreistin er farin
03.02.2022Ráð
FíggjarmálaráðiðSlag
Broyting í lógDagfesting
19.01.2022Samband
fmr@fmr.foTak niður
Broyting Í Lóg Um Skráseting Av Akførum (002)