Broyta løgtingslógina um eftirløn (Pensjónsnýskipan)
Uppskotið er partur av pensjónsnýskipanini, sum ætlanin er at seta í verk frá 1. januar 2020. Tó
verða partar av nýskipanini settir í gildið áðrenn 2020. Hetta uppskotið kemur í gildi 1. januar 2019.
Mælt verður til fimm ymiskar broytingar í eftirlønarlógini.
Mælt verður til:
1. at aldursmarkið fyri nær ein verður álagdur at rinda til egna eftirløn verður strikað.
2. at lækka bundna gjaldið, soleiðis at tað hækkar upp í 12% - í staðin fyri 15%.
3. at fækka um undantøkini í lógini, soleiðis at spart verður upp til pensjón av flestu almennum
veitingum og av útgjaldi úr ALS o.a.
4. at ásetingin um felags búgv verður styrkt.
5. at lækka pensjónsskattin fyri láglønt niður í 30%, og miðallønt niður í 35%, og harvið broyta
skattingina av inngjøldum, frá flatskatti á 40%, til ein skatt, sum er stigvaksandi í
skattskyldugu inntøkuni.
Uppskotið er partur av pensjónsnýskipanini og er sostatt eitt í eini røð av lógaruppskotum, sum fara
at broyta og betra um pensjónsskipanina.