Broyta løgtingslógina um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Pensjónsnýskipan)

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Pensjónsnýskipan)
Frágreiðing

Uppskotið er ein partur av pensjónsnýskipanini, sum ætlanin er at seta í verk frá 1. januar 2020. Tó er tað soleiðis, at partar av broytingum koma í gildi áðrenn 2020. Hetta uppskotið kemur í gildi 1. juli 2018.

Mælt verður til, at hækka inngjaldið til Samhaldsfasta (Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin) komandi trý árini við 0,25% árliga.

Hartil verður í lógaruppskotinum mælt til, at dagføra reglurnar fyri, hvussu rættindi til útgjald verða forvunnin.
Eisini verður mælt til, at broyta reglurnar um pensjónsaldur, soleiðis at pensjónsaldurin í Samhaldsfasta – eisini frameftir – verður samsvarandi við almenna fólkapensjónsaldurin.

Herumframt verður mælt til eina broyting, sum fer at tryggja, at lógin um Samhaldsfasta verður í samsvari við Norðurlendska Sáttmálan um Sosiala Trygging. Harvið kunnu persónar, ið uppfylla ávís krøv, søkja um undantak fyri inngjaldi til Samhaldsfasta, og missa samstundis samsvarandi rætt til útgjald úr Samhaldsfasta.

Eisini verður mælt til eina skiftisreglu fyri tey, sum (helst ótilætlað) mistu rættindi av eini lógarbroyting í 2009.
Uppskotið er, sum sagt, partur av pensjónsnýskipanini og er so statt eitt í eini røð av lógaruppskotum, sum fara at broyta og betra um pensjónsskipanina.

Ummælisfreistin er farin
24.11.2017
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Øki
Pensjónsøkið
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
03.11.2017
Málsviðgjørt
Fíggjarmálaráðið
Tak niður
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareft....pdf