Breiðka tilnevningargrundarlagið til Búskaparráðið
Heiti
Uppskot til broyting í løgtingslóg um BúskaparráðFrágreiðing
Endamálið við uppskotinum er at breiðka tilnevningargrundarlagið, soleiðis at tað framyvir verða 3 partar ið tilnevna hvør sín lim til Búskaparráðið. Eisini verður møguligt at tilevna limir til Búskaparráðið, ið starvast á Fróðskaparsetri Føroya. Hervið verða fleiri búskaparfrøðingar sum kunnu tilnevnast sum limir og harvið verður eisini lættari at manna Búskaparráðið. Mælt verður til, at í ráðnum kann í mesta lagi vera 1 limur sum starvast í Fróðskaparsetri Føroya – hetta fyri at tryggja at limirnir hava ymiskar bakgrundir.
Endamálið við uppskotinum er eisini at broyta valskeiðið hjá Búskaparráðnum frá 1. januar til 1. oktober ístaðin.
Ummælisfreistin er farin
04.01.2019Ráð
FíggjarmálaráðiðØki
BúskaparmálSlag
LógaruppskotDagfesting
04.01.2019Samband
fmr@fmr.foMálsviðgjørt
FíggjarmálaráðiðTak niður
Búskaparráðið.pdf