Yvirtaka fíggjarøkið frá danska statinum
Fíggjarmálaráðið er nú í samráðingum við donsku stjórnina um at yvirtaka fíggjarøkið, og ein føroyskur-danskur embætismannabólkur er settur at arbeiða við yvirtøkuni, ið skal fremjast á ólavsøku. Samstundis hava landsstýrið og stjórnin avtalað, at landsstýrið rindar statinum 1,7 milliardir krónur av einum láni á tilsamans 3,4 milliardir krónur sum liður í umfígging av skuld
Gongst, sum ætlað, verður fíggjarøkið føroyskt málsøki á ólavsøku næsta ár.
“Hetta er størsta stigið fram móti einum samfelagsbúskapi, har vit sjálvi hava avgerðarrættin og ábyrgdina. Vit eru farin undir arbeiðið at yvirtaka alt fíggjarøkið, tað vil siga penga- og kredittmál”, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum.
Yvirtøkan fevnir um lóggávuvaldið mótvegis peninga- og kredittstovnum. Eisini fíggjareftirlit og innskjótaratrygd eru uppi í yvirtøkuni.
Hósdagin 2. oktober hitti landsstýrismaðurin Bent Bendtsen, búskaparráðharra, Thor Petersen, fíggjarmálaráðharra, og Bodil Nybo Andersen, tjóðbankastjóra, á fundum í Keypmannahavn.
Landsstýrismaðurin og búskaparráðharrin hava avtalað, at ein bólkur mannaður við føroyskum og donskum embætisfólkum skal lýsa málsøkið, sum skal yvirtakast, og m.a. koma fram til, hvørjir praktiski trupulleikar kunnu stinga seg upp, og hvussu partarnir frameftir kunnu samstarva á økinum.
Ein statusfrágreiðing fyri arbeiðið skal liggja á borðunum hjá landsstýrismanninum og ráðharranum um ein mánaða, og bólkurin skal verða liðugur við arbeiði sítt um ársskiftið.
Afturgjalda og umfíggja skuld
Landsstýrismaðurin og fíggjarmálaráðharrin avtalaðu, at landsstýrið rindar aftur ein
stóran part av láninum, sum landsstýrið hevur tikið frá danska statinum. 1,7 milliardir krónur skulu gjaldast aftur av einum láni, sum tilsamans er 3,4 milliardir krónur.
Av teimum umfíggjaðu pengunum skulu 1,2 milliardir krónur umfíggjast til væl bíligari rentu, og 500 milliónir krónur fara úr gjaldføri landskassans, sum tó framhaldandi verður gott.
Karsten Hansen og Thor Petersen eru samdir um, at afturgjaldingin fer fram til kurs 100.
Fíggjarmálaráðið hjálpir fegin við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Viðmerkingar fáast frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni við fíggjarmálum.
Tíðindaskrivið er í dag til taks á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum: www.fmr.fo
Fíggjarmálaráðið, 03 oktober 2003
Karsten Hansen
landsstýrismaður