Fíggjarmálaráðið hevur gjørt semju við Yngri Læknar fyri tíðarskeiðið 2017 til 2020. Lønirnar hækka tann 1. oktober 2017 við 2,3 %, tann 1. oktober 2018 við 2,5 % og tann 1. oktober 2019 við 2,56%.
Semjan hevur nýggjar ásetingar og gjørdar eru broytingar og tillagingar í sáttmálanum. Ásetingarnar um barnferð eru broyttar og betraðar eins í øðrum semjum, ið eru gjørdar hetta sáttmálaskeiðið. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálanum altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.