Fyrstu fýra mánaðirnar í ár vóru goldnar 2 mia. og 665 mió. kr. í lønum, arbeiðsloysisstuðli og ymsum veitingum umvegis a-skattaskipanina. Tað er 3,6% meira enn somu tíð í fjør. Hetta merkist eisini í lands- og kommunukassunum. Higartil í ár eru komnar 484 mió. kr. inn í landsskatti og 447 mió. kr. í kommunuskatti. Tað eru ávikavist 4,1 og 4,7% meira enn somu tíð í fjør.
Hóast nakað minni var goldið út í frítíðarløn í apríl í ár samanborið við apríl í fjør, so hava lønar- og skattgjaldingarnar verið størri í ár samanborið við í fjør. Hetta kemst av, at frítíðarlønin, sum var goldin út í apríl í ár, avmyndar gongdina í fjør, tá lønargjaldingarnar vóru lægri enn tær eru nú.