Fyrst Landsbankin og síðan Vinnuhúsið vísa á, at eingin politiskur vilji er til at gera nakað við almennu útreiðslurnar, tí eru tær vaksnar so nógv seinastu árini. Hetta samsvarar illa við dagliga tíðindaflutningin í føroysku fjølmiðlunum, sum fyri stóran part snúgva seg um sparingar og skerjingar á eldraøkinum, heilsuverkinum, útbúgvingarøkinum og øðrum týdningarmiklum almennum tænastum. Og hetta samsvarar illa við útsagnir bæði frá Landbankanum og Vinnuhúsinum um, at tað er rætt av tí almenna at halda hjólini í gongd í eini krepputíð.
Tá ein listamálari málar eina mynd, so er tað hann, sum einsamallur ger av, um myndin skal verða ljós ella døkk. Tað er einki at ivast í, hvørjar litir Marita Rasmussen, leiðari í Vinnuhúsinum hevði á sínum paletti, tá hon sendi tíðindaskriv út um seinastu lýsingina hjá Landsbankanum. Her skuldi alt málast so myrkt sum gjørligt. Ikki eitt pensilsstrok við ljósum litum, og so málaði hon eisini eina falska mynd av einum veruleika.
Vinnuhúsið vísir á, at rokningin nú verður send vinnulívinum. Hvørjar rokningar sipar Vinnuhúsið til? Mær vitandi verður føroyska vinnulívið ikki harðari skattað enn vinnulívið í okkara grannalondum, heldur tvørturímóti. Vinnuhúsið hevur allahelst heldur ikki fingið við, at føroyska vinnan í seinastuni hevur fingið tillutað 85.000 tons av makreli ókeypis frá Føroya fólki.
Um vit hyggja at almennu útreiðslugongdini, so ivist eg stórliga í, um árligi útreiðsluvøksturin hevði verið so stórur, um vit í staðin fyri eitt 10 ára skeið brúktu eitt 20 ára skeið aftur til kreppuna í Føroyum fyrst í 1990-árunum. Føroyska vælferðarsamfelagið var niðurpínt og illa fyri eftir búskaparkreppuna í 1990-árunum. Ein týðandi partur av útreiðsluvøkstrinum er tí farin til at dagføra og menna føroyska vælferðarsamfelagð eftir búskaparkreppuna, soleiðis at vit kunnu veita á leið somu vælverðartænastur sum í okkara grannalondum. Landsbankin tekur útgangsstøðið í einum metári í einum hákonjunkturi til eitt botnár í einum lágkonjunkturi
Størsti parturin av rakstrarútreiðslunum hjá landinum fara til lønir. Landsbankin vísir á, at lønarútgjaldingarnar í nevnda 10 ára skeiði eru hækkaðar við umleið einari milliard krónur. Veitingar til borgaran eru vaksnar við knøppum 700 milliónum krónum.
Eg fari eisini at loyva mær at ivast í, um Landsbankin og Vinnuhúsið høvdu viljað verið hesar útbyggingar fyriuttan, tí høvdu vit ikki gjørt tær, so hevði so nógv annað í samfelagnum sæð munandi verri út.
Seinastu árini hevur vøksturin í sáttmálalønunum hjá tí almenna verið eitt lítið vet minni enn vøksturin í sáttmálalønunum á privata abeiðsmarknaðinum. Tað er í hesum sambandi vert at viðmerkja, at lønarsáttmálarnir á privata arbeiðsmarknaðinum verða gjørdir fýra mánaðir áðrenn, lønarsáttmálarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum verða undirskrivaðir. Tí er tað privata vinnan, sum stýrir kostnaðargongdini her í landinum.
Eri annars púra samdur við Vinnuhúsinum um, at vit kunnu finna sparingar í almenna rakstrinum við at leggja smáar stovnar saman. Landið fíggjar uttan iva nógvar dupultfunktiónir. Eisini havi eg meira enn nakar annar peikað á, at vit mugu reformera samfelagsraksturin heldur enn at kuta útreiðlsur niður í meira ella minni í blindni. Annars er eitt tað størsta politiska takið í nýggjari tíð um at fara av bakkastokki, nevniliga pensjónsreformurin.
Vit skulu heldur ikki gloyma, at ein týdningarmikil orsøk til at raksturin hjá landskassanum ikki hongur saman, er, at vit hava ein ófíggjaðan niðurskurð av heildarveitingini á 366 mió. kr. frá 2002 at dragast við. Hetta svarar til meira enn helmingin av hallinum hjá landskassanum, sum verður mett til umleið 700 mió. kr. í ár. Ófíggjaði niðurskurðurin av heildarveitingini hevur kostað landskassanum meira enn 4 mia. kr. til dagin í dag.
Tá vit so heldur ikki megna at finna semjur um at taka tær mest uppløgdu inntøkurnar til felags raksturin av samfelagnum, so er ikki lætt at fáa javnvágina aftur. Men kanska skuldi Vinnuhúsið tikið aktivt lut í einum kjaki um at breiðka um inntøkugrundarlagið hjá tí almennn heldur enn at renna skríggjandi undan.
Jóannes Eidesgaard