Tíðindaskriv
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sker ígjøgnum
orðaskiftið um játtan til Norðoyatunnilin
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, harmast um, at tíðindaflutningurin um Norðoyatunnilin er farin at snúgva seg um, hvør hevur borið seg galið at í sambandi við eina eykajáttan til keyp av jørð til vegagerð. Kortini heldur hann tað vera neyðugt at leggja fram nakrar faktuellar upplýsingar, ið kunnu lýsa málið gjøllari. Upplýsingarnar vísa m.a., at umsóknin hjá Vinnumálaráðnum um eykajáttan var ikki útreiðsluneutral, eins og reglurnar áseta.
Nakað av tíðindaflutningi um ætlaða Norðoyatunnilin hevur seinastu
dagarnar verið í einum parti av skrivandi fjølmiðlunum.
Í stuttum hevur tíðindaflutningurin snúð seg um eina eykajáttan, sum landsstýrismaðurin við vinnumálum fyrr í ár bað landsstýrismannin
í fíggjarmálum um. Vinnumálaráðið søkti m.a. um at fáa pening til keyp av lendi til vegagerð í samband við Norðoyatunnilin, men av ávísum orsøkum varð peningurin ikki játtaður Vinnumálaráðnum.
Upplýsingar frá landsstýrismanninum í Vinnumálum, sum Tíðindablaðið Sosialurin ber víðari, kunnu geva fólki ta rangvørgu fatan, at landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum hevur lagt forðingar í vegin fyri, at umsóknin um peningin til jarðarkeypið er játtað.
“Undir ongum umstøðum eru slíkar forðingar lagdar í vegin”, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum heldur tað vera neyðugt at leggja fram nakrar faktuellar upplýsingar, ið kunnu seta málið um eykajáttanina í rættan samanhang.
Upplýsingarnar eru settar á eitt fylgiskjal til hetta tíðindaskriv, og tær vísa, hvat fór fram í tíðarskeiðinum 20. jan. 2003 - 28. febr. 2003.
“Hesar upplýsingar vísa, at umsóknin frá Vinnumálaráðnum kundi ikki gangast á møti. Høvuðsorsøkin er, at umsóknin í síni heild ikki var útreiðsluneutral so, sum reglurnar áseta. Orsøkin er ikki, at eg ella ráðharrastova mín legði forðingar í vegin”, sigur Karsten Hansen landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Fylgiskjalið vísir, at Vinnumálaráðið heili fýra ferðir sendi Fíggjarmálaráðnum skriv um eykajáttan. Umsóknirnar frá Vinnumálaráðnum vóru ymiskar frá ferð
til ferð, men felags fyri tær allar er, at tær gingu ikki undir kravið um útreiðsluneutralitet. Kravið um útreiðsluneutralitet er at finna í Rundskrivi um eykajáttanir í 2003, sum Fíggjarmálaráðið sendi út longu 20. januar 2003.
Landsstýrismaðurin vísir á, at onnur óheppin viðurskifti eisini vóru í sambandi við eykajáttanarumbønina frá Vinnumálaráðnum. Eitt nú kom Vinnumálaráðið við teirri seinastu umsóknini eftir arbeiðstíð tann 27. februar. Hetta var dagin fyri, at uppskotið til eykajáttanarlóg skuldi viðgerast á landsstýrisfundi.
“Hetta stutta skoðbráð gav hvørki umsitingini ella mær sjálvum nevniverda tíð at arbeiða við málinum. Vanligt er at hava 14 dagar til slíka viðgerð,” sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísir annars á, at fyrireikingarnar, sum Vinnumálaráðið skal gera til keyp av lendi til vegagerð í samband við Norðoyatunnilin, eru ikki komnar serliga langt. Friðingarmyndugleikarnir eru framvegis ikki lidnir at viðgera málið, og ikki fyrr enn um mánaðarskiftið juli/august 2003 fingu jarðaránarar fyrispurning um at selja jørðina, sum skal brúkast til vegagerð á Borðoyalandinum.
“Tað kann elva til undran, at fyrireikingararbeiðið er komið so stutt. Sum er, hevur Vinnumálaráðið einki at brúka peningin til”, sigur landsstýirsmaðurin í fíggjarmálum, ið harmast um, at tíðindaflutningurin um Norðoyatunnilin er farin
at snúgva seg um, hvør hevur borið seg galið at í sambandi við eina eykajáttan.
“Málið um Norðoyatunnilin er alt ov týðandi til at verða brúkt í einum politiskum spæli, og skuldsetingarnar frá landsstýrismanninum í vinnumálum um ósannindi og lygnir tæna landsstýrismanninum og landsstýrinum sum heild til lítlan sóma”, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Fíggjarmálaráðið hjálpir fegin við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Viðmerkingar fáast frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni
í fíggjarmálum. Fíggjarmálaráðið hevur telefon 35 20 20.
Argir, tann 14. august 2003