Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum staðfestir, at hann hevur endaligu ábyrgdina av Fíggjarmálaráðnum og øllum stovnum undir ráðnum. Tískil verður frágreiðingin frá landsgrannskoðaranum tikin í størsta álvara.
Mvg
Landsgrannskoðanin vísir í síni frágreiðing til mvg-eftirstøðurnar.Veruleikin er, at mvg-eftirstøðurnar eru minkaðar seinastu árini. Tó eru tær vaksnar aftur í 2009, men orsøkin til tað er gjaldsføriskreppan, sum hevur rakt allan heim. Ein so álvarsom kreppu hevur beinanvegin ávirkan
á eftirstøður til tað almenna.
Skiftandi leiðslur á TAKS hava lagt sera nógva orku í innkrevjing og eftirlit á mvg-økinum. Onkuntíð hava viðmerkingar verið um, at ov nógv orka hevur løgd í júst hetta økið.
Samanborið við Danmark er mvg-eftirstøðan í Føroyum lutfalsliga lægri.
Ein mvg-skipan kann ongantíð tryggja, at allur peningur kemur inn, tí fyritøkur steingja ella fara á húsagang.
Leiðreglur fyri eftirlit
Viðvíkjandi TAKS er tað rætt, at tað ikki í øllum førum hevur gingið nóg skjótt at seta tilmælini frá landsgrannskoðarunum seinastu árini í verk.
Eitt høvuðstilmæli undanfarin ár var at seta nýggja roknskaparreglugerð í gildi. Hetta er gjørt og arbeitt verður eftir nýggju roknskaparreglugerðini.
Landsgrannskoðarin hevur í fleiri ár havt viðmerkingar um, at TAKS ikki hevur skrivligar leiðreglur á øllum økjum. Á flestu økjum eru leiðreglur, men allar eru ikki skrivligar.
TAKS hevur eitt sera umfatandi eftirlit á øllum skatta- og avgjaldsøkinum. Best hevði verið at havt skrivligar leiðreglur á øllum økjum, men dygdin á eftirlitinum eru minst líka nógv knýtt at útbúgving og skipan av eftirlitinum.
Kapitalvinningskattur
TAKS hevur á hesum økinum gjørt eitt sera gott arbeiði. Tað hevur víst seg, at nógv sum handlaðu við partabrøvum fyri nøkrum fáum árum síðani, ikki boðaðu TAKS frá møguligum vinningi við sølu av partabrøvum. TAKS hevur gjørt eitt stórt arbeiði at fingið henda kapitalvinningin skrásettan. TAKS arbeiðir í løtuni at innkrevja skatt av umleið 25-30 mill. kr. sum ikki hava verið fráboðaðar TAKS.
Rentuskattur
Spurningurin um manglandi rentuskatt frá Kaupthing kemst av eini
misskiljing. Tá Kaupthing gavst í Føroyum vóru ymsar millumrokningar sum
skuldu gerast. Einki er sum bendir á, at landskassin missir nakran
rentuskatt í sambandi við bankavirksemi hjá Kaupting í Føroyum.
Fíggjarmálaráðið, 2. november 2009