24.07.2009 · Fíggjarmálaráðið

Viðv. trætu millum Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og FA um løn til vaskifólk

Málið byrjaði við, at Lønardepilin á Føroya Gjaldstovu vendi sær til Lønardeildina við einum fyrispurning viðv. løn til eitt vaskifólk lønt eftir FA.

Ongin sáttmáli
Landið hevur ongan sáttmála við FA. Sjónarmiðið hjá LND/FMR hevur tí leingi verið, at almennir arbeiðsgevarar mugu brúka eina løn, ið sýnist rímilig.

Reingerðarfólk ið starvast á stovnum hjá landinum uttanfyri Tórshavn, verða partvíst lønt sambært sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag - harafturat hava fleiri staðni verið lati eitt gjald eyka um tíman fyri at arbeiða forskotna tíð, eins og vanligt er í sáttmálum, landið hevur við onnur feløg.

Hendan mannagongdin hevur verið brúkt leingi, og tað er tískil ikki rætt, tá ið sagt verður, at nøkur mannagongd er broytt, meðan Jóannes Eidesgaard hevur verið landsstýrismaður. Vaskifólki kring landið verða lønt á sama hátt nú, sum áðrenn hesin landsstýrismaðurin tók við.

Í ítøkiliga málinum heitti Lønardeildin á arbeiðsgevaran um, at afturat vanligu tímalønini at gjalda vaskikonuni 23,25 kr. eyka um tíman eftir kl. 17.00. Hetta er gjald fyri ólagaliga arbeiðstíð sambært semju við eina røð av feløgum.

Munur á sáttmálum
Trætan er orsakað av, at grundleggjandi munur er millum sáttmálan landið hevur við Havnar Arbeiðskvinnufelag, og tann sáttmálan Føroya Arbeiðarafelag hevur við Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Eftir sáttmálanum hjá FA fáa starvsfólk yvirtíð, tá ið tey arbeiða “skeivar tíðir”. Hetta er galdandi óansæð, hvussu nógvar tímar tey hava arbeitt tann dagin.

Flestu sáttmálar hjá landinum eru hinvegin soleiðis, at fyri at fáa yvirtíð krevst, at arbeitt verður út yvir dagsnormin. Fólk, ið arbeiða skeivar tíðir, fáa ístaðin gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð - eftir kl. 17.00. Og gerandisdagar er gjaldið 23,25 kr. um tíman afturat tímalønini. Hetta er eisini galdandi fyri sáttmálan landið hevur við Havnar Arbeiðskvinnufelag um vaskifólk.

Onki svar...
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag vísti í útvarpinum á, at FA ikki hevði fingið svar frá landsstýrismanninum uppá brøv, tey hava sent í hesum máli.
Tað er tíverri rætt, at landsstýrismaðurin ikki hevur svarað Føroya Arbeiðarafelag.

Hinvegin hevur Lønardeildin verið á fundi við FA um málið. Á fundinum heitti Lønardeildin á FA um at koma til sáttmálasamráðingar, soleiðis, at ein loysn kundi finnast á málinum, ið báðir partar kunnu liva við.

So seint sum tann 19. juni, hevur Lønardeildin eftir boðum frá landsstýrismanninum skrivliga endurtikið ynski um at fáa ein dialog við FA um, hvussu viðurskiftini kunnu fáast í rættlag.

Loysn?
Landsstýrismaðurin ynskir framvegis at FA kemur til samráðingarborðið. Ynskir felagið ikki hetta, má málið leggjast fyri Fasta Gerðarrætt – soleiðis sum Lønardeildin eisini áður hevur skotið upp fyri felagnum.

Fíggjarmálaráðið, 24. juli 2009