Lýsti arbeiðssteðgurin hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum - Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag rakar ikki sáttmálaøkið hjá landinum.
Fíggjarmálaráðið hevur ikki sáttmála við omanfyrinevndu fakfeløg og er sostatt ikki partur av trætuni millum nevndu feløg og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Tað, at stovnar hjá landinum brúka sáttmálarnar hjá arbeiðarafeløgunum og Føroya Arbeiðsgevarafelag, hevur ikki við sær, at arbeiðarafeløgini kunnu leggja arbeiðið niður á stovnum undir landinum.
Fíggjarmálaráðið hevur ikki kollektivan sáttmála við arbeiðarafeløgini.
Arbeiðsfólk, sum arbeiða hjá stovnum undir landinum, eru sett í starv einsæris við einstaka arbeiðsgevaran, og eru tey tí ikki fevnd av (kollektivt) lýsta arbeiðssteðginum.
Tað er tí ikki rætt, sum formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag, Heri Reynheim, sigur í fráboðan síni fyrr í dag, at arbeiðsfólk, sum eru sett í starv hjá landinum eru fevnd av lýsta arbeiðssteðginum.
Arbeiðsfólk, sum starvast hjá stovnum undir landinum, fara sostatt ikki í verkfall, so sum lýst er týsmorgunin 14.05.2024 kl. 00.00 (á midnátt mánakvøldið).
Vegna Fíggjarmálaráðið
Jan Mortensen, lønarstjóri