![Várfrágreiðingin løgd fram](https://landsstyri.cdn.fo/savn/5527/lønarmál-1.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&t=162698556&s=Vct7jnUP0nQle83WFMhDDnWudcA)
Í dag legði Búskaparráðið várfrágreiðingina fram. Í stuttum vísti hon, at tað gongur væl í Føroyum búskaparliga. Búskaparligu indikatorarnir seinasta hálvárið benda á ein alsamt týðiligari hákonjunktur, sum er eyðkendur av lágum arbeiðsloysi, høgum arbeiðsvirkni, nettotilflyting, íbúðartroti í miðstaðarøkinum og búskaparvøkstri.
“Tað er tó umráðandi, at vit hyggja frameftir og gera neyðug politisk tiltøk, sum kunnu styrkja almenna búskapin”, segði Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum.