Búskaparstøðan í Evropa, útveiting, umhvørvisvinaligar íløgur og avtalur við lond sum virka sum altjóða skattaskjól. Hesi vóru evnini á árliga fundinum millum norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnar í Stokkhólmi í dag.
Jørgen Niclasen hevur í dag luttikið á fundi millum norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnar. Talan er um árliga fundin í sambandi við samstarvið í norðurlendska ráðharraráðnum.
Búskaparstøðan fekk drúgva umrøðu á fundinum. Lítil og ongin búskaparvøkstur, og hækkað arbeiðsloysi hava eyðkent flestu norðanlond seinnu árini, og fíggjarmálaráðharrarnir ásannaðu, at vøksturin framhaldandi bíðar eftir, at Evropa sum heild fer at fóta sær. Ráðharrarnir vóru á einum máli um, at nýskipanir sum fremja búskaparvøkstur og arbeiðspláss eru altavgerandi sum støðan er.
Jørgen Niclasen segði í framløgu sínari, at hann kundi ásanna, at búskaparstøðan í Føroyum er góð. Eisini vísti hann á, at kreppan í Evropa ikki er so avgerandi fyri gongdina í Føroyum, tí føroyskur útflutningur í vaksandi mun fer til lond uttanfyri Evropa. Føroyskar fyritøkur hava verið dugnaligar at funnið aðrar marknaðir, partvís sum avleiðing av ES-stongslinum. Hinvegin hevur lága rentan, sum kreppan hevur havt við sær, gagnað føroyska búskapinum.
Høvuðsevni á fundinum var útveiting. Eyðkenni fyri norðanlond er, at almenna framleiðslan er stórur partur av búskapinum, og at tað almenna keypir nógvar vørur og tænastur frá privata geiranum. Umrøtt var hvussu kapping í hesum sambandi kann brúkast sum amboð til at tryggja effektiva framleiðslu og høga góðsku, við øðrum orðum, meira fyri minni. Jørgen Niclasen greiddi frá føroysku royndunum og ætlanunum við útveiting, og frá nýggja innkeypsportalinum, sum Fíggjarmálaráðið hevur sett á stovn.
Myndatekstur:
Ráðharrar frá vinstru: Jørgen Niclasen, Siv Jensen úr Norra, Bjarni Benediktsson úr Ísland, Per Bolund úr Svøríki og Morten Østergaard úr Danmark