Í vár bað Fíggjarmálaráðið grannskoðarafelagið Spekt um at kanna, hvussu gongdin hevði verið í útreiðslunum til almannamál, og hvussu pengarnir hava verið brúktir. Frágreiðingin er handað landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Grannskoðarafelagið hevur gjøgmumgingið níggju høvuðskontur á almannøkinum. Í frágreiðingini verður staðfest, at útreiðslurnar til kannaðu almannamálini eru vaksnar meiri enn búskaparvøksturin í sama tíðarskeiði og eisini meira enn landskassaútreiðslurnar sum heild. Meðan útreiðslurnar hjá landskassanum síðani 2003 eru øktar við stívum 33 prosentum og bruttotjóðarinntøkan vaksin við 27 prosentum, so eru útreiðslurnar til kannaðu almannamálini vaksnar við 40 prosentum.
Í frágreiðingini verða útreiðslurnar til almannamál samanbornar við útreiðslurnar í Danmark og Íslandi. Grannskoðarafelagið kemur til, at Føroyar brúka lutfalsliga minni til almannamál enn Danmark, men nakað meiri enn Ísland.
Tær níggju høvuðskonturnar á almannaøkinum svara til 22 prosent av útreiðslunum á fíggjarlógini. Í tíðarskeiðnum 2003 til 2008 er upphæddin til almannamál vaksin úr 673 mió. kr. upp í 940 mió. kr. Hetta svarar til ein vøkstur upp á 267 mió. kr. ella 40 prosent.
Í frágreiðingini verður greinað, hvussu hesar 267 mió. kr. hava verið brúktar. Lønir eiga sín stóra part av hækkingini, nevnliga 78 mió. kr. Fyritíðarpensjónirnar eru hækkaðar nógv hetta tíðarskeiðið. Av øðrum økjum, er tað serliga búpláss á røktarheimum, sum eiga nógv av útreiðsluhækkingini.
Frágreiðingin staðfestir eisini, at av teimum 267 mió. kr. eru 29 mió. kr., sum ikki kunnu greinast til nakað ávíst øki ella virksemi. Hetta kemst fyrst og fremst av, at virksemi á almannaøkinum, ikki hevur verið nóg væl skrásett, og at hagtøl mangla á nógvum økjum.
Frágreiðingin mælir til at gera ein skipan, sum neyvari skrásetur virksemið á almannaøkinum, so at peningurin kann verða játtaður meiri málrættaður til mest krevjandi økini.
Mælt verður til at endurskoða hvørji búpláss innan eldraøki og serforsorg eru tey best egnaði, og hvussu mest fæst fyri peningin. Herundir verður tilmælt at samskipa visitatiónina kring alt landið til tey ymisku tilboðini innan eldraøki.
Eisini vísir frágreiðingin á, at neyðugt er við greiðari lógarreglum og greiðari ábyrgdarbýti, so fíggjarligar avgerðir og ábyrgdir fylgjast at til tess at tryggja eina munabetri fíggjarstýring. Somuleiðis verður víst á trupulleikan við, at arbeiði við fíggjarlóg og eykajáttanum dregur so langt út, at tað skapar trupulleikar fyri fíggjarkarmar og fíggjarstýringina, og mælt verður til at rætta hesi viðurskifti.
Hjálagt skjal: Játtanargreining á almannaøkinum.
Nærri uppýsingar: Atli Suni Leo, ráðgevi, tel. 592006.