15.07.2011 · Fíggjarmálaráðið

Útlit fyri vøkstri í heimliga eftirspurninginum

Samlaða vísitalið, ella tað sokallaða treystitalið, í føroyska konjunkturbarometrinum fór úr 10 upp í 27 frá januar til juni í ár. Treystitalið gevur eina ábending um, hvussu vinna og brúkarar meta støðuna beint nú, gongdina seinastu 12 mánaðirnar og gongdina komandi 12 mánaðirnar.

Samanumtikið er at siga um gongdina í føroyska búskapinum seinasta hálvtannað árið saman við úrslitunum av nýggjastu konjunkturkanningini, at tað samanlagt hevur verið ein lítil framgongd í búskapinum, og framgongdin fer at halda fram. Húsagangirnir hjá Eik og Fiskavirking hava sett djúp spor, men hesar hendingar hava ikki megnað at vent framgongdini til afturgongd. Tað ber heldur til at siga, at føroyski búskapurin er farin trý fet fram og tvey aftur seinasta hálvtannað árið. Eins og í øllum metingum og forsøgnum um framtíðina, so skulu úrslitini av konjunkturbarometrinum eisini takast við neyðugum fyrivarni. Konjunkturkanningin er ein rættiliga umfatandi kanning, har flestu pílar í løtuni peika rætta vegin. Tí er niðurstøðan, at framgongdin fer at halda fram við minkandi arbeiðsloysið og vaksandi eftirspurningi. Vit eru tó langt frá støðuni í 2007, tá ið føroyski búskapurin var um at kóka yvir.

Í hesi nýggjastu konjunkturkanningini eru tað byggivinnan, tænastuvinnan og brúkararnir, sum trýsta treystitalið uppeftir, meðan tilfeingisvinnan og handilsvinnan hála niðureftir.

Ordrabøkurnar í byggivinnuni vaksnar munandi
Føroyska byggivinnan hevur havt tað sera trupult seinastu árini, men nú sær út til at ganga betri í byggivinnuni. Treystitalið hjá byggivinnuni fer við einum risalopi úr -32 upp í 27 frá januar til juni í ár, og er hetta fyrstu ferð seinastu trý árini, at treystitalið hjá byggivinnuni er positivt. Góði hýrurin í byggivinnuni kemst m.a. av, at landið hevur sett munandi meira pengar av til íløgur í 2011 og komandi árini, virksemisskapandi broytingar eru gjørdar í meirvirðisgjaldslógini, Tórshavnar Kommuna hevur gjørt 64 nýggj grundstykkir byggiklár og gongd er nú komin á orkulánini úr Húsalánsgrunninum.

Tað er ordrabókin og væntaði arbeiðstørvurin komandi árið, sum er grundarlagið undir treystitalinum hjá byggivinnuni. Byggivinnan hevur fingið nógv fleiri bíleggingar í ordrabøkurnar seinastu tíðina, og byggivinnan væntar eisini, at arbeiðstørvurin fer at økjast munandi komandi árið.

Stórur vøkstur í treystitalinum hjá tænastuvinnuni
Stórur vøkstur er eisini í treystitalinum hjá tænastuvinnuni. Treystitalið hjá tænastuvinnuni fer úr 16 upp í 63 frá januar til juni í ár. Tænastuvinnan er ein rættiliga breitt samansett vinnugrein. Í tænastuvinnuni er banka- og tryggingarvirksemi, ferðavinnuvirksemi, flutningur, reklamu- og lýsingarvirksemi, KT- og annað ráðgevingarvirksemi. Tað er hent nógv á føroyska banka- og tryggingarøkinum frá januar til juni í ár. Óvissan um framtíðina hjá Eik varð loyst, tá ið TF-holding keypti Eik, og Bank Nordik hevur víðkað sítt virksemið munandi við at keypa Amagerbankan í Danmark. Framgongd hevur eisini verið í ferðaflutningsvinnuni í ár samanborið við í fjør, tá ið øskan úr Íslandi gjørdi um seg. Hesi viðurskifti eru nakrar av ørsøkunum til vøksturin í treystitalinum hjá tænastuvinnuni.

At vøksturin í treystitalinum hjá tænastu- og byggivinnuni er so stórur skal sjálvandi takast við einum ávísum fyrivarni, men hóast fyrivarni, er í øllum førum talan um ein munandi vøkstur í treystitalinum í hesum báðum vinnugreinunum.

Tað er gongdin og eftirspurningurin seinasta árið og væntaði eftirspurningurin komandi árið, sum er grundarlagið undir treystitalinum hjá tænastuvinnuni. Tænastuvinnan hevur havt stóra framgond í seinastuni, og tænastuvinnan væntar, at stóri vøksturin í eftirspurninginum fer at halda fram komandi árið.

Fyri fyrstu ferð síðan 2007 er treystitalið hjá føroysku brúkarunum positivt
Treystitalið hjá føroysku brúkarunum fer úr -9 upp í 2 frá januar til juni í ár, og er hetta fyrstu ferð síðan 2007, at treystitalið hjá brúkarunum er positivt. Í 2010 gekk spakuliga framá við treystinum hjá føroysku brúkarunum, men í januar 2011 fall treystitalið, sum nú er farið uppaftur. Hetta kemst allarhelst av hvøkkinum, sum vanligi føroyingurin fekk av Eik og Fiskavirking, og sum handilsvinnan merkti við, at framgongdin í søluni minkaði. At treystitalið hjá føroysku brúkarunum nú fer upp, bendir á, at keypihugurin hjá vanliga føroyinginum er við at batna aftur.

Tað er væntaða fíggjarstøðan, metingin av búskapargongdini, væntaða arbeiðsloysi og sannlíkindini fyri at brúkarin fer at spara upp næsta árið, sum er grundarlagið undir treystitalinum hjá føroysku brúkarunum. Føroyski brúkarin er jaligari í øllum hesum viðurskiftum í nýggjastu konjunkturkanningini samanborið við konjunkturkanningina, sum varð gjørd fyri hálvum ári síðan.

Treystitalið hjá tilfeingisvinnuni minkaði eitt vet í juni
Eftir ein ógvusligan bráðvøkstur í 2006 og 2007, tá ið føroyski búskapurin var um at kóka yvir, vendi gongdin brádliga í 2008 til eina ógvusliga afturgongd. Í fyrstani var afturgongdin avmarkað til fiskivinnuna við vánaligum fiskiskapi, fallandi fiskaprísum og skjótt vaksandi oljuprísum, men seinni í 2008 hevði afturgongdin spjatt seg í øllum føroyska búskapinum, sum rakti botnin í 2009. Í 2010 og fram til nú hevur tað spakuliga gingið framá aftur í føroyska búskapinum.

Í 2010 var tað tilfeinigisvinnan, sum dróg vøksturin í føroyska búskapinum uppeftir við betri fiskiskapi og vaksandi fiskaprísum á heimsmarknaðinum, sum var størsta orsøkin til vøksturin í føroyska útflutningsvirðinum og føroyska búskapinum. Í tilfeingisvinnuni eru m.a. fiski- og alivinnan, ið umboða størsta partin av føroyska útflutningsvirðinum. Oljuprísirnir eru hækkaðir og laksaprísirnir lækkaðir seinastu tíðina, og er hetta uttan iva ein orsøk til at treystitalið hjá tilfeingisvinnuni fellur nakað í nýggjastu konjunkturkanningini. Treystitalið hjá tilfeingisvinnuni er farið úr 19 niður í 15 frá januar til juni í ár.

Tað er ordrabókin, goymslan og væntaða framleiðslan komandi árið, sum er grundarlagið undir treystitalinum hjá tilfeingisvinnuni. Fleiri bíleggingar eru í ordrabókini, meðan støddin á goymsluni og væntaða framleiðslan komandi árið hála treystitalið hjá tilfeingisvinnuni niðureftir.

Framgongdin í handilsvinnuni minkað í seinastuni
Framgongd var í søluni í føroysku handilsvinnuni størsta partin av 2010, men seinastu mánaðirnar av 2010 og fyrra hálvár í ár minkaði framgongdin aftur. Hetta sæst aftur við at treystitalið hjá handilsvinnuni fer úr 23 niður í 18 frá januar til juni í ár. Orsøkin til hesa gongdina í handilsvinnuni er uttan iva húsagangirnir hjá Eik og Fiskavirking í síðsta ársfjórðingi av 2010, og óvissan um, hvat fór at henda við Eik og trotabúnum eftir Fiskavirking í fyrsta ársfjórðingi í ár. Hesar hendingar hava gjørt brúkaran meira varnan við at brúka pengar, og tí minkaði vøksturin, sum var komin í eftirspurningin í føroysku handilsvinnuni. Nógv bendir tó á, at føroyski brúkarin hevur lagt hesar hendingar aftur um seg og tí er við at lata pengapungin uppaftur.

Tað er sølan seinasta árið, goymslan og væntaða sølan komandi árið, sum er grundarlagið undir treystitalinum hjá handilsvinnuni. Sølugongdin í seinastuni dregur treystitalið hjá handilsvinnuni niðureftir. Støddin á goymsluni er ikki broytt stórvegis, men handilsvinnan væntar, at sølan fer at økjast komandi árið.

Spurningar

Brúkarar og vinna tilsamans

Tilfeingisvinnan

Tænastuvinnan

Handilsvinnan

Byggivinnan

Brúkarar