Fyrsti partur av skattligu trupulleikunum hjá persónum, ið arbeiða og sigla uttanlands, var avgreiddur í Løgtinginum í gjárkvøldið.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður fegnast um, at ógreiðu og órímiligu skattligu viðurskiftini í samband við skatting av fríari ferð og samdøgursfrádrátti nú eru loyst fyri árini 2010 og 2011.
Landsstýrismaðurin harmast tó um, at stundir ikki vóru til restina av skattanýskipanini fyri persónar, ið arbeiða og sigla uttanlands. Landsstýrismaðurin vísir á, at tað hevur alstóran týdning at tryggja hesum persónum skattlig viðurskifti, ið eru so greið og eins, sum til ber. Tað er av stórum samfelagsligum týdningi, at tað ber til at búgva í Føroyum og arbeiða uttanlands.
Arbeitt verður tí beinanvegin víðari við nýskipanini, soleiðis at lógaruppskot kann leggjast fyri Løgtingið aftur á Ólavsøku.
Fíggjarmálaráðið, 1. juni 2012