07.03.2008 · Fíggjarmálaráðið

Uppskot um skrásetingargjald á motorakfør lagt fyri Løgtingið

Karsten Hansen legði í dag fram uppskot um avgjøld við skráseting av motorakførum. Í hesum uppskotinum verður partur av virðisgrundaða virðisgjaldinum lagdur um til CO2-avgjald, burturbeiningargjaldið hækkar munandi og høg umhvørvisavgjøld verða løgd á gamlar og útslitnar lastbilar og bussar, sum verða fluttir inn í landið.
Harumframt eru fleiri aðrar dagføringar og broytingar í hesum lógaruppskotinum samanborið við lógina, sum er galdandi í dag, t.d. verða kampingbilar frítiknir fyri virðisgjald.

Trýst her fyri at koma til løgtingsmálið 155/2007