13.03.2008 · Fíggjarmálaráðið
Uppskot um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti lagt fyri Løgtingið
Talan er um somu broyting, ið var skotin upp av undanfarnu samgongu. Uppskotið datt burtur tá val var útskrivað.
Broytingin verður gjørd á tann hátt, at inntøkumarkið í skattastiganum, sum er kr. 270.000 í løtuni, verður lækkað til kr. 250.000.
Fyri ársinntøkur upp til kr. 250.000 merkir uppskotið onga broyting. Fyri inntøkur frá kr. 250.000 minkar skattalættin stigvíst upp til eina inntøku upp á kr. 270.000. Fyri inntøkur upp á kr. 270.000 og hægri minkar skattalættin við kr. 2.400.
Trýst her fyri at koma til løgtingsmálið 172/2007