07.03.2008 · Fíggjarmálaráðið
Uppskot um at góðkenna dupultskattaavtalu við Stóra Bretland løgd fyri Løgtingið
Karsten Hansen, landsstýrismaður hevur í dag lagt uppskot um at góðkenna dupultskattaavtalu við Stóra Bretland fyri Løgtingið.
Avtalan var undirskrivað í London seinasta summar, og uppskot um at góðkenna avtaluna var lagt fyri Tingið seinasta heyst, men datt burtur tá val var útskrivað, og verður tí nú sett fram av nýggjum. Avtalan er góðkend av bretska parlamentinum, og verður hon samtykt av Løgtinginum í hesi tingsetuni far hon gildið fyri skattaárið 2009.
Trýst her fyri at koma til løgtingsmálið 153/2007